844 fleiri løntakarar enn fyri einum ári síðani

0
521
Savnsmynd 24.fo

Í januar 2016 vóru 24.854 løntakarar. Tað eru 844 fleiri enn fyri einum ári frammanundan, svarandi til ein vøkstur á 3,5%. Vøkstur er í øllum høvuðsvinnubólkum, lutfalsliga størstur í byggivinnuni og tilfeingisvinnuni við umleið 6 prosentum – minstur í privatum og almennum tænastuvinnum við 2-3 prosentum.


Tá hugt verður eftir talinum av løntakarum árstíðarjavnað, sum í myndini omanfyri, vóru 25.310 løntakarar í januar í ár. Hetta eru 880 fleiri enn í januar 2015. Trendurin í talinum av løntakarum (t.v.s. rákið í langtíðargongdini, sí myndina omanfyri) vísir framvegis somu javntveksandi gongd, ið hevur verið síðani fyrst í 2014.

Vøkstur í øllum høvuðsvinnubólkum
Allir fýra høvuðsvinnubólkar geva umleið sama íkast til vøksturin. T.v.s. at verður samlaði vøksturin á 3,5% býttur út á teir fýra høvuðsvinnubólkarnar, geva teir allir fýra millum 0,8 og 1,0% til samlaða vøksturin, ið sæst av aftasta talraði í talvuni niðanfyri.

Sí fleiri tøl í hagtalsgrunninum.

Stutt um árstíðarjavning og trendin:
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Kelda Hagstova Føroya » 08. apríl 2016