Home Fólk & SamfelagPolitikkur Yvirskot á landsroknskapinum í fjør

Yvirskot á landsroknskapinum í fjør

by OML

Kristina Háfoss ásannaði í Løgtinginum í gjár, at undanfarna samgonga megnaði, eftir bara 3 árum, at venda einum hallið uppá 626 mió. kr til yvirskot.

Í 2011 kom undanfarna samgonga til eitt fíggjarlógaruppskot, sum Aksel V. Johannesen, tá fíggjarmálaráðharri hevði lagt fram fyri 2012. Tað vísti eitt hall upp á 626 mió. Kr.

Borgarliga samgongan setti sær fyri at fáa hetta ovurstóra hall burtur longu í 2016. Hetta kravdi vøkstur í búskapinum og afturhald í almennum útreiðslum. Í 2015 nærkast málinum og undanfarna samgonga kundi leggja fíggjarkarmar fram, sum vístu avlop í 2016. Bæði núsitandi løgmaður, Kristina Háfoss, nú landsstýriskvinna og onnur í núsitandi landsstýrið søgdu, at hetta passaði ikki.

Tøl sum nú koma fram vísa, at longu í 2015 var yvirskot, tó treyta av, at nýggja landsstýrið ikki setti forbrúk í gongd. Sitandi samgonga skundaði sær við eykajáttan í tingið, sum kostaði 63 mió. kr. Herímillum vóru framskundan av Viðareiðistunnlinum og so keyp av bygningi á kongabrúnni til umsiting. Longu í december er aftur skundur, og eykajáttan verður løgd fyri tingið at keypa EIK-bygningin í miðbýnum, kostnaður 26 mió. kr.

Kristina Háfoss váttaði í Løgtinginum í gjár, at hallið hjá landskassanum í 2015 er uml 80 mió.kr. hóast hetta ovurforbrúkið í endanum av árinum TVS. Um nýggja samgongan ikki leyp út at brúka pengar, so var yvirskot longu í 2015. Hon segði eisini, at uml. 60 mió. kr vóru brúktar eyka til íløgur. Tvs peningur, sum var játtaður í undanfarnum árum, men brúktur í 2015. Hetta brúk er eisini við í roknskapinum fyri 2015.

Tvs undanfarna samgonga megnaði, eftir bara 3 árum, at venda einum hallið uppá 626 mió. kr til yvirskot.

“Eri ovurfegin um at hava lati víðari ein landsskassa við yvirskoti. Takið var tungt, men vit megnaðu tað” sigur Jørgen Niclasen, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.