Home Tíðindir Hald lagt á 2,6 kg av hashi

Hald lagt á 2,6 kg av hashi

Seinastu 10 dagarnar, hevur Tollvaldið saman við politinum lagt hald á 2,6 kg av hashi, ið hevur eitt søluvirðið á svarta marknaðinum í Føroyum uppá tilsamans í minsta lagi 650.000 kr.

Leygardagin tann 26. marts 2016 kl. 20:35 (páskaaftan) bleiv ein 60 ára gamal maður handtikin á flogvøllinum í Vágum, tá hann royndi at smugla 2 kg av hashi, sum hann goymdi í viðførinum.

Maðurin bleiv varðhaldsfongslaður 27. marts (1. páskadag) til 20. apríl, meðan nærri kanningar fara framm í málinum.

Í morgun kl. 05:35 bleiv ein 33 ára gamal maður handtikin umborð á Norrønu, har hann royndi at smugla 600 gram av hashi, sum hann goymdi í viðførinum.

Kl. 10:30 bleiv so ein 22 ára gamal maður handtikin í miðbýnum í Havn, tí hann var eigarin av hashinum.

Báðir menninir viðgingu seg sekar og vóru tíðliga seinnapartin í Føroya Rætti dømdir 2 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing hvør.

Jón Klein Olsen

varapolitiinspektørur

- Advertisment -

Most Popular

Hvagar eru vit á veg?

Orðafellið ‘eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir’ sprettir óivað av lívsroyndum í einum samfelag, sum í øldir hevur verið...

Landsstýrismaðurin fingið talgilda Samleikan

Jørgen Niclasen fer nú undir at royndarkoyra talgilda Samleikan saman við 100 øðrum føroyingum. Í heyst kunnu allir føroyingar brúka skipanina. Talgildu Føroyar seta nú...

Skúlabygningurin liðugur og klárur at taka nýtslu

Eg eri ómetaliga glaður um, at vit nú kunnu bjóða næmingum, starvsfólkum og foreldrum í Klaksvíkar kommunu innaftur undir sama tak í ein spildurnýggjan,...

Eru játtanir til Klaksvíkar Sjúkrahús horvnar

Í 2018 vórðu 6 mió. kr. játtaðar til endurvenjing (neurorehabiliterning) á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og somuleiðis tvíhildu løgtingslimir um, at aðrar 15 mió. kr., ið...

Seneste kommentarer