Home Fólk & Samfelag Atlantic Airways nógv ferðandi í mars

Atlantic Airways nógv ferðandi í mars

by OML

22.600 ferðandi flugu við Atlantic Airways í mars í ár, og tað eru 8 prosent fleiri enn sama mánað í fjør, tá ið sólarmyrkingin fekk hópin av útlendskum ferðafólki at leita til Føroya.

Stóri vøksturin stavar serstakliga frá páskaferðslu og súlu-ferðaseðlum. Vøksturin í ferðafólkatalinum heldur fram. 22.600 ferðandi flugu á rutunetinum hjá Atlantic Airways í mars, og tað er 8 prosent fleiri ferðafólk, sammett við sama mánað í fjør. Sostatt vóru fleiri ferðafólk enn í mars í fjør, tá ið sólarmyrkingin fekk hópin av útlendskum ferðafólki at leita til Føroya.

Stóri vøksturin stavar serstakliga frá páskaferðslu og súlu-ferðaseðlum, ið skulu nýtast áðrenn 1. apríl í ár, tá súluskipanin fer í søguna. Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár flugu tilsamans 54.800 ferðafólk á rutunetinum hjá Atlantic Airways, og tað eru 13 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið 48.300 ferðafólk flugu við føroyska flogfelagnum. Vinaliga Atlantic Airways

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.