Home Fólk & SamfelagPolitikkur Fyrispurningur um ættleiðing úr Etiopia

Fyrispurningur um ættleiðing úr Etiopia

by OML

 

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 Frá Annika Olsen, løgtingslimur.

 

Fyrispurningur um ættleiðing úr Etiopia, settur landsstýrismanninum í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

 

  1. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera, nú Danmark hevur steðgað ættleiðing úr Etiopia?
  1. Hvat kann gerast fyri at hjálpa teimum føroysku familjunum, ið eru komnar í trupulleikar orsakað av hesum?

 Viðmerkingar

Ættleiðing er felagsmál við Danmark, og herfyri avgjørdi danski ráðharrin í ættleiðingarmálum, Karen Ellemann, at Danmark ikki longur ynskir at ættleiða børn úr Etiopia. Grundgevingin er, at Etiopia ikki livir upp til mannarættindasáttmálan. Hetta hevur viðført, at einar 7  familjur í Føroyum, sum í góðari trúgv og við góðari vón hava skrivað seg til at ættleiða eitt barn úr Etiopia, eru komnar í trupulleikar.

Í 2015 løgdu tey bæði privatu ættleiðingarfeløgini, Danadopt og AC Børnehjælp saman. Endamálið segðist tá at vera, at hetta fór at geva familjunum eina betri tænastu í ættleiðingartilgongdini. Samanleggingin skuldi tryggja góðsku og trygd í allari sakarmálsviðgerð, ið hevur við sjálva ættleiðingina at gera.

Hetta er tíverri ikki tað, sum øll føroysk ættleiðingarforeldur hava upplivað síðani samanleggingina.   Nógv av hesum ættleiðingarforeldrum hava goldið nógvan pening í umsiting og sakarmálsviðgerð, tó uttan at fáa neyðuga kunning og hava fingið eina verri tænastu. At danski ráðharrin nú uttan himpr steðgar allari ættleiðing úr Etiopia hevur viðført, at føroysk ættleiðingarforeldur nú standa eftir við stórari peningaligari rokning og ongum barni. Hetta eisini tí, at fleiri av hesum  ættleiðinarforeldrum renna seg inn í lógarásetta aldursmarkið fyri, nær man kann ættleiða. At seta seg á ein annan lista og ættleiða úr einum øðrum landi kann taka ár.  Tí verða hesir spuningar settir landsstýrismanninum.

 Á Løgtingi, 30. mars 2016

 Annika Olsen

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.