Nú mótmæla arbeiðarafeløgini eisini

0
593

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vunnu valið við at endurtaka uppí saman og uppí saman aftur,  at vit skuldu hava eitt rættvísari samfelag. Nú skuldi  ríkidømi í havinum  út í hvønn krók í landinum.

Síðani valið hava vit sæð mótmæli omaná  mótmæli móti politikkinum hjá sitandi samgongu.  Mótmælini  eru komin allastaðni frá, frá  pensionistum, sjófólki, manningarfeløgum, lesandi og nú mótmælir Klaksvíkar arbeiðarafelag eisini.

Tað má vera lagnunnar speisemi, at nú mótmælir sjálvt  arbeiðarin  politikkinum hjá javnaðarflokkinum og tjóðveldi.  Flokkunum, sum siga seg hava  arbeiðaran í sínum hjarta. Hvat meinti formaður javnaðarflokksins  við eitt rættvísari og javnari samfelag. Rættvísari og javnari fyri hvønn ? arbeiðaran ? fiskimannin, útróðrarmannin ?  pensionistin ? tey lesandi ?

Um uppboðssølan verður samtykt,  kunnu vit so vænta, at  næsta trekkið hjá javnaðarflokkinum verður,  at tann sum kann gjalda mest fyri at fáa eitt alment starv, fær tað ?  Ikki bara einaferð, men hvørja ferð uppboðssølan verður ?

Er hetta veruliga  rættvísið hjá javnaðarflokkinum, tjóðveldi og framsøkn, sum teir greiddu fólkinum frá áðrenn valið ?

Álvaratos sær samgongan ikki øll tey reyðu ljósini og allar ávaringarnar ?  skilir hon ikki álvaran ? Fjøldin hevur nú stórt sæð rópt varskó, síðan samgongan kom til.

Nú átti  samgongan at  lurta eftir fólkinum og tikið  tað til eftirtektar, sum fólkið sigur og ikki ignorera meir.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingskvinna