3.9 C
New York
onsdag, januar 20, 2021
Home Tíðindir Framvegis lítið til av toski á Føroyabanka, men meira av smáari hýsu

Framvegis lítið til av toski á Føroyabanka, men meira av smáari hýsu

Yvirlitstrolingin hjá Magnusi Heinasyni á Føroyabanka í vár er liðug og vísti hon, at tað framvegis er sera lítið til av toski á Føroyabanka. Hetta skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Í teimum 29 hálunum vóru bert 30 toskar. Hinvegin var meira til av hýsu. Tað var serliga hýsa, sum var 14 cm til støddar og 1 ára gomul, sum var sera vanlig um allan bankan.

Eisini var nebbasild at fáa í trolinum um allan bankan grynri enn umleið 200 metrar.

Les meira um túrin við at trýsta her.

Savnsmynd 24.fo

- Advertisment -

Most Popular

Seneste kommentarer