24.FO
Home Fólk & Samfelag Tilboðini at gera Skansabryggjuna latin upp

Tilboðini at gera Skansabryggjuna latin upp

Seinnapartin vórðu tilboðini upp á útbjóðingina at víðka Skansabryggjuna latin upp. Og nú er greitt, at J&K Petersen eigur lægsta tilboðið. Felagið bjóðar seg at gera arbeiðið fyri slakar 387 milliónir krónur. Fimm tilboð komu inn.

Plásstrot hevur leingi verið á Eystaru bryggju, og tí verður bygt út bæði fyri at geva verandi vinnulívi betri karmar og fyri at skapa møguleikar fyri vøkstri og nýggjum virksemi.

– Havnarøkið er grundarlagið undir øllum tænastum og arbeiðsplássum í tænastuvinnuni í býnum. Vit mugu framtíðartryggja havnarlagið og við hesum arbeiðsplássini, sigur Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini.

Eystara havnarøkið verður víðkað við 95.000 fermetrum. Atløgusíðan við 15 metra dýpi verður longd 880 metrar. Hesi tilboð komu inn:

J & K. Petersen: kr 386.826.599
Articon & Arsleff: kr 448.758.725
MT Højgaard: kr 593.872.000
TG Verk & Suðurverk: kr 793.868.643
Munck & OHL/LNS Saga & LNS: kr 505.219.402

Aftrat hesum prísinum verður grót keypt frá Búnaðarstovuni, og so eru útreiðslur til verkætlan, eftirlit og trygging.

Seinasta stóra havnarútbyggingin í Havn var liðug í 1997, tá ið uttasti parturin av Molanum varð breiðkaður. Hendan útbyggingin bleiv gjørd í tøkum tíma, tí bingjuflutningurin er støðugt vaksin øll hesi árini. Nýggja útbyggingin fer at gera tað gjørligt hjá størri bingjuskipum at leggja at bryggju, og fleiri ferðamannaskip, sum sigla á okkara leiðum, koma til bryggju. Talan verður sostatt bæði um at gera umstøðurnar betri fyri verandi virksemi og at skapa fortreytirnar fyri virksemi, sum í dag leitar sær til havnir í øðrum londum.

Tórshavnar havn fer nú ígjøgnum tilboðini saman við ráðgevanum, LBF. Síðani verður málið fyrireikað til politiska viðgerð.

Kelda & mynd: torshavn.fo

- Advertisment -

Most Popular

Eldur í bili í tunnilinum

Í kvøld umleið klokkan 20.30 kom eldur í ein bil í var á veg gjøgnum tunnilin millum Árnafjørð og Klaksvík. Nógvur roykur er frá...

Kommunuætlan til hoyringar

Kommunuætlanin fyri Tórshavnar kommunu árini 2020-2035 er til hoyringar, og tað er hon til 10. august í ár. Uppskotið til kommunuætlan ber til at lesa...

Stigvís avvenjing gevur besta úrslitið

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti at 18% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. Nógv, sum roykja, ynskja at leggja av. Men tað kann...

SUMMAR VIÐ TJÓÐSAVNINUM

Tjóðsavnið hevur sett saman eina røð av spennandi upplivingartúrum í summar. Túrarnir venda sær til bæði børn og vaksin, sum vilja uppliva okkurt øðrvísi...

Seneste kommentarer