Hakin verður settur í Hósdagin

0
477

Høllin í Skúlanum á Argjahamri verður nú bygd út og um til eina ítróttahøll við áskoðaraplássum. Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. februar 2016 at fara undir at byggja ítróttahøll við Skúlan á Argjahamri.

Verandi høll svarar til eina hálva ítróttahøll og verður nú bygd út soleiðis, at høllin verður á stødd við eina ítróttahøll. Tá fer hon at kunna hýsa handbóltsdystum og øðrum. Í høllini verða 200 áskoðarapláss.

Arbeiðið verður framt í partalagi millum Tórshavnar kommunu, Sp/f MAP arkitektar, sum ráðgeva og Sp/f TG Verk sum arbeiðstakara. Arbeiðið fer at kosta umleið 18,5 mio.kr og lagt verður til brots nú hósdagin. Eftir ætlan verður fyrsti dysturin spældur í høllini í februar 2017.

Skráin er henda: Byrjað verður hósmorgunin kl 11.30, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini, siga nøkur orð og borgarstjórin setir hakan í vøllin.

Keld & mynd:torshavn.fo