Home Tíðindir Framhaldandi fólkavøkstur

Framhaldandi fólkavøkstur

by OML

Nettotilflyting á 366 og fólkavøkstur á 606 frá 1. feb. 2015 til 1. feb. 2016 Hetta skrivar Hagstova Føroya.

Tann 1. februar í ár var fólkatalið 49.234. Tað er sostatt vaksið við 606 fólkum síðani 1. februar í fjør. Hetta kemur av, at í hesum 12-mánaðarskeiðinum var eitt burðaravlop á 240, ið er munurin millum fødd og deyð, og ein nettotilflyting á 366, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting.

Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum, sum er hend tvey tey síðstu árini og tykist at halda fram, kemur av stórum broytingum í flytingini millum Føroyar og útlond..Tilflytingin er vaksin nakað, men serliga er tað fráflytingin, ið er minkað nógv. Úrslitið er, at bæði nettotilflytingin og fólkavøksturin eru so stór, at vit skulu heilt aftur til til 2002 fyri at finna nakað størri.

Vøkstur í øllum høvuðsøkjum uttan teim sunnaru

Tað er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum uttan teim sunnaru, har fólkatalið stendur í stað í Sandoyarøkinum og minkar í Suðuroy. Meðan fólkavøksturin fyri alt landið er 1,2% hetta 12-mánaðarskeiði, er tað ein minking í Suðuroy á 1,1%.

Í talið er nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum, har fólkatalið er vaksið við 316. Tað er eisini størsti fólkavøksturin lutfalsliga, og beint eftir Tórshavnarøkið kemur Streymoy annars við 1,6%. Síðan er vøksturin 1,5% í Norðoyggjum, 1,4% í Vágaøkinum og 1,3% í Eysturoy.

Í kommununum er størsti vøksturin í Tórshavnar, Runavíkar, Klaksvíkar, Sunda og Sørvágs kommunum. Av hesum er lutfalsliga størsti vøksturin í Runavíkar kommunu við 2,8%.  Størsta minkingin er í Fuglafjarðar og Tvøroyrar kommunum. Fuglafjarðar kommuna er komin beint niður um 1500 fólk. Í Suðuroy minkar fólkatalið í øllum kommunum uttan Porkeris kommunu.

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, stendur fólkatalið sum heild í stað ella minkar nakað í útoyggjum – uttan í Nólsoy, har fólkatalið aftur veksur nakað. Í hinum oyggjunum er tað bara minkandi fólkatal í Suðuroy og stendur í stað í Sandoy, meðan tað er vaksandi í Viðoy, Borðoy, Eysturoy, Streymoy og Vágoy.

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum á www.hagstova.fo

Kelda: Hagstova Føroya» 14. mars 2016 Mynd:Tórshavn 24.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.