Home Tíðindir Formansskifti í Ognarfelag Tryggingartakaranna

Formansskifti í Ognarfelag Tryggingartakaranna

by OML

Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur skipað seg av nýggjum. Nýggjur formaður er Arni Djurhuus Brattaberg og nýggj næstforkvinna er Ingeborg Godtfred.

Í nevndini sita: Arni Djurhuus Brattaberg, Ingeborg Godtfred, Jan Müller, Gunnar í Liða, Annika Waag og Jákup Egholm Hansen.

Broytingin er framd eftir at nevndin í februar 2016 fekk boð frá Skráseting Føroya um at
lata formansvalið eftir ársaðalfundin í apríl 2015 ganga umaftur og fara fram við lutakasti,
um atkvøðugreiðslan stóð á jøvnum. Á fundinum stóð á jøvnum og tískil varð valið avgjørt
við lutakasti. Úrslitið gjørdist ein broyting í formansskapinum.

Sambært viðtøkunum í TF Holding P/F skal nevndin í TF Holding P/F skipast á sama hátt sum nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna.

Kelda:tf.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.