Home Tíðindir Atlantic Airways nógv ferðandi í februar

Atlantic Airways nógv ferðandi í februar

by OML

16.000 ferðandi flugu við Atlantic Airways í februar í ár, og tað eru 30 prosent fleiri enn sama mánað í fjør. Stóri vøksturin stavar serstakliga frá súlu-ferðaseðlum. Stundvísið við fráferðir er eisini batnað

Vøksturin í ferðafólkatalinum heldur fram. 16.000 ferðandi flugu á rutunetinum hjá Atlantic Airways í februar, og tað er 30 prosent fleiri ferðafólk, sammett við sama mánað í fjør.

Stóri vøksturin stavar serstakliga frá súlu-ferðaseðlum, ið skulu nýtast áðrenn 1. apríl í ár, tá súluskipanin fer í søguna. Freistin at bíleggja súluferðaseðlar var úti 1. februar.

Fyrstu tveir mánaðirnar í ár flugu tilsamans 32.300 ferðafólk á rutunetinum hjá Atlantic Airways, og tað eru 17 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið 27.500 ferðafólk flugu við føroyska flogfelagnum.

Í februar varð flogið rættstundis í 89 prosentum av øllum fráferðum – t.e. seinking styttri enn 15 minuttir. Tað er 8 prosentstig betri, sammett við sama mánað í fjør. Reglusemið var 97 prosent. Higartil í ár er flogið rættstundis í 86 prosentum av øllum fráferðum. Tað er 9 prosentstig betri enn sama tíðarskeið í 2015.

Vinaliga

Atlantic Airways

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.