Home Tíðindir Hoyringsbólkar settir

Hoyringsbólkar settir

by OML

Í arbeiðssetninginum hjá nevndini, sum er sett at gera eina nýggja fiskivinnuskipan, stendur, at skipaðir verða tveir hoyringsbólkar, sum skulu hoyrast regluliga í arbeiðinum.

Hesir hoyringsbólkar eru nú settir.
Í hoyringsbólki 1, sum umboðar allar partar í vinnuni, sita:

Axel Hansen fyri Føroya Fiskimannafelag

Annfinnur Garðalíð fyri Føroya Skipara- og navigatørfelag

Páll Hansen fyri Maskinmeistarafelagið

Atli Gregersen fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag

Jógvan Gregersen fyri Føroya Ráfiskakeyparafelag

Janus Knudsen fyri Føroya Ráfiskaseljarafelag

Anfinn Olsen fyri Føroya Reiðarafelag

Absalon í Buð fyri Meginfelag Útróðrarmanna

Hans Joensen fyri Føroya Arbeiðarafelag og Havnar-/Klaksvíkar Arbeiðsmanna- og Kvinnufelag

 

Í hoyringsbólki 2, sum umboðar politisku flokkarnar á Løgtingi, sita:

Jacob Vestergaard og Jákup Mikkelsen fyri Fólkaflokkin

Bjørt Samuelsen og Ingolf S. Olsen fyri Tjóðveldi

Magni Laksáfoss og Bjørn Kalsø fyri Sambandsflokkin

Bjarni Hammer og Jónleif Johannesen fyri Javnaðarflokkin

Hanna Jensen og Ruth Vang fyri Framsókn

Bill Justinussen og Jenis av Rana fyri Miðflokkin

Jógvan Skorheim og Bárður Kass Nielsen fyri Nýtt Sjálvstýri

Sonja Jógvansdóttir, Uttanflokkatingfólk

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.