Landsstýrismaður á ferð kring landið

0
708
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur sett sær fyri at vitja kring landið, har Landsverk hevur sítt virksemi. Fyrsta vitjanin var í Suðuroy í gjár, har landsstýrismaðurin varð kunnaður um tær verkætlanir, sum antin eru í gongd ella møguliga verða settar í gongd. 
Saman við leiðsluni á Landsverki vitjaði landsstýrismaðurin í samferðslumálum í gjár í Suðuroy. Henrik Old hevur sett sær fyri at seta seg væl inn í virksemið hjá Landsverki, og tí ætlar hann sær at vitja ymsastaðni kring landið, har virkisøkini hjá Landsverki eru.
Undir vitjanini í Suðuroy fekk landsstýrismaðurin eina kunning um Hvalbiartunnilin, ein møguligan Fámjinstunnil, ein møguligan undirsjóvartunnil millum Sandoy og Suðuroy, ferðslutrygdartiltøk í Hvalba og Vági, avbjóðingar í viðlíkahaldinum umframt eina støðulýsing av byggingini Hamragarður í Vági. Landsstýrismaðurin nýtti eisini høvi til at heilsa upp á starvsfólkini hjá Landsverki á arbeiðsstøðini í Øravík.
Seinnapartin varð farið til Hvalbiar at fundast við kommununa um nýggja Hvalbiartunnilin og hyggja eftir, hvar tunnilin skal vera. Talan var um ein jaligan og gevandi fund, har bæði lokala og fakliga vitanin kom fram. Partarnir gjøgnumgingu tær avbjóðingar, ið eru við bæði veðri og ferðslu í økinum, og semja var um at kanna møguleikan at flyta tunnilsmunnan í Trongisvági nakað.

– Landsverk er sinnað at kanna nærri, um tað tekniskt og jarðfrøðiliga letur seg gera at fáa nýggja Hvalbiartunnilin at koma út longri úti í Trongisvági, soleiðis at vit nærkast ynskinum hjá bæði Hvalbiar og Tvøroyrar kommunu, segði Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, eftir fundin í gjár við Hvalbiar kommunu.

Umframt at verða kunnaður um tær ymsu verandi og komandi verkætlanirnar, vitjaði landsstýrismaðurin við ferðalagi eisini í Fámjin, har hugt var eftir, hvar ein møguligur Fámjinstunnil kann vera. Uppskotið hjá Landsverki fevnir um ein á leið 850 metrar langan tunnil umframt atkomuvegir. Vegurin eystanfyri verður umleið 500 metrar, meðan tann vestanfyri verður 700 metrar langur. Við hesum tunli sleppa tey ferðandi undan at koyra um Ørðaskarð á Fámjinsvegnum, har tað ofta er sera vindhart, og har nógvur kavi kann liggja um veturin. Somuleiðis slepst undan vegateininum, har mest grót er skrásett at koma oman á vegin. Hesin Fámjinstunnilin kostar á leið 60 mió. kr. at gera.

Áðrenn farið var umborð aftur Smyril, vitjaði ferðalagið ellis- og røktarheimið Hamragarð í Vági fyri at hyggja eftir bygninginum.
Her eru nakrar myndir frá túrinum:

Armgarð E. Steinhólm, planleiðari á Infrakervinum á Landsverki, kunnaði landsstýrismannin um møguligar nýggjar tunnilsverkætlanir í Suðuroynni.

Framhaldandi kunning um verkætlanir inni á vegastøðini hjá Landsverki í Øravík.

Á veg til Fámjin.

Í Fámjin.

Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, vísir umboðum fyri Tvøroyrar kommunu uppskotið hjá Landsverki til nýggjan Hvalbiartunnil.

Fundur við Hvalbiar kommunu.

Fundur við Hvalbiar kommunu.


Hvalba.


Hvalba.

Uttan fyri Hamragarð í Vági.

Partur av leiðsluni á Landsverki saman við landsstýrismanninum Henrik Old og hansara fólki úr Samferðslumálaráðnum.
Kelda & myndir: lv.fo Dato: 19-02-2016