Home Tíðindir Hýrurnar lyftu vøksturin í lønargjaldingum upp um 6%

Hýrurnar lyftu vøksturin í lønargjaldingum upp um 6%

by OML

Í fjórða ársfjóðringi 2015 tóku lønargjaldingarnar seg upp um tvær milliardir fyri fyrstu ferð ein ársfjórðing nakrantíð. Tilsamans vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 2.092 milliónir kr. seinasta ársfjórðingin í fjør, tað eru 100 milliónir meira enn triðja ársfjórðing og níggjundi ársfjórðingur á rað við vøkstri millum 1 og 2%.

Tá fíggjarkreppan rakti í 2008, minkaðu lønirnar, og ikki fyrrenn á heysti 2012 var fallið vunnið innaftur. Síðan var lítil og ongin broyting í eitt ár, men frá fjórða ársfjórðingi 2013 og til í dag hevur verið ein javnur vøkstur, og nú lønirnar í seinasta ársfjórðingi fóru upp um 2 milliardir, eru tær einar 300 milliónir hægri fyri hvønn ársfjórðing í mun til 2008.


Framgongd í øllum høvuðsvinnubólkum
Í 2015 vórðu útgoldnar 8.024 milliónir kr. í lønum, og var hetta 475 milliónir meira enn í 2014. Vøksturin er 6,3%. Eftir at lønirnar fullu í 2009 vegna fíggjarkreppu, hevur lønarvøksturin verið lágur, um 1,5%, einstakt ár tó 3,5%. Men bæði í 2014 og 2015 hevur vøksturin verið yvir 5%.

Tað hevur verið framgongd í øllum høvuðsbólkum, men serliga í fiskivinnuni hevur vøksturin verið framúr. í 2015 vóru lønirnar í fiski- og alivinnuni 1.672 milliónir kr., 184 fleiri enn í 2014. Vøksturin er 12,4%. Hetta er annað árið á rað við stórum vøkstri, og skal ein leita aftur til aldarskiftið at finna tilsvarandi stór tøl.

Hýrurnar vuksu 19%
Við einum undantaki hevur tað verið framgongd í øllum vinnugreinum.

Hýrurnar (t.e. vinnugreinin fiskiskapur), sum hava staðið í stað seinastu árini, gjørdu ein vørr. Tilsamans vóru hýrurnar 945 milliónir, 152 fleiri enn í 2014. Vøksturin svarar til 19,2%. Hýrurnar í 2015 vóru áleið tær somu sum góðu árini 2006/7 men framvegis nakað lægri enn metárið 2002. Stóri vøksturin í hýrunum er høvuðsorsøkin til at samlaða framgongdin í 2015 var so stór.

Byggivinnan hevur eisini havt trupult at fóta sær eftir stóru afturgongdina eftir fíggjarkreppuna. Nú hevur byggivinnan tvey ár á rað havt vøkstur yvir 10% og vóru lønirnar 530 milliónir kr. í 2015, áleið tað sama sum besta árið 2008.

Bæði alivinnan og fiskavøruídnaðurin høvdu lítla framgongd. Felags fyri vinnugreinarnar er at tær hava um 300 milliónir í lønum árliga, og í 2015 var framgongdin 5,1% fyri alivinnuna og 4,1 fyri fiskavøruídnaðin. Meðan alivinnan kann erpa sær av at  hava havt framgongd í 10 ár, so hevur fiskavøruídnaðurin verið merktur av fíggjarkreppuni og fekk eitt bakkast í 2010. Hetta bakkast er nú so dánt vunnið innaftur

Vinnuligar tænastur, tað er sakførarar, grannskoðarar o.a. høvdu trivaliga framgongd í 2015. Lønirnar vóru 301 millión kr. og tað var 21 fleiri enn árið frammanundan, vøksturin svarar til 7,5%

Størsta vinnugreinin, heilsu- og almannaverk, rindaði 1.038 milliónir út í 2015, tað vóru 37 fleiri enn í 2014, og svarar tað til ein vøkstur uppá 3,7%.

Framgongdin fór í størri mun til mannfólkini
Í 2015 fingu mannfólkini útvið fimm milliardir í lønum, meðan kvinnurnar fingu tríggjar. Hetta býti, at mannfólkini vinna stívliga 60% av lønini og konufólkini sløk 40%,  hevur verið í nógv ár. Tó er tað eitt sindur ymiskt frá ári til árs, hvussu gongdin er hjá kynunum báðum. Bæði í 2014 og í 2015 vóru tað sokallað mannfólkayrki, sum høvdu serliga stóra framgongd, og tí fór størri parturin av framgongdini till mannfólkini.

Hjá monnum var besta árið til lønir í 2007, tá teirra partur var góðar 4,4 milliardir. Síðani minkaði lønarparturin hjá monnum, og seks ár seinni í 2013 vóru lønirnar hjá monnunum framvegis lægri enn í 2007. Við gongdini seinastu tvey árini er lønarparturin hjá monnunum nú farin væl uppum 2007 støðið.

Gongdin í lønunum hjá kvinnum og monnum er ymisk. Frá 2004 til 2007 fylgdist vøksturin hjá báðum kynum. Tá afturgongdin byrjaði í 2008 vóru tað bert lønirnar hjá monnunum, sum minkaðu. Lønarparturin hjá kvinnunum stóð í stað. Seinnu árini hevur vøksturin aftur verið javnari, men í við gongdini í 2015 hava mannfólkini næstan vunnið seg innaftur á kvinnurnar.

Her er vert at leggja í geyma, at lønartølini bert umfata tað, sum føroyskar fyritøkur rinda út, so lønir vunnar uttanlands eru ikki taldar við her.

Kvinnurnar eru í tænastuvinnunum
Ikki óvæntað arbeiða kvinnur og menn i ymiskum vinnugreinum. Kvinnurnar arbeiða í høvuðsheitum í almennum tænastuvinnum, tað eru heilsu- og almannaverk, undirvísing, kommunum o.l. og handil og umvæling. Menninir harafturímóti eru spjaddir yvir fleiri vinnugreinar, men tað er serliga í fiskiskapi, sjóflutningi og bygging, at til ber at tosa um vinnugreinar, har nærum bara menn vinna sína løn.

Vert er at leggja merki til, at talvan niðanfyri vísir lønargjaldingar í krónum og talvan sigur einki um, hvussu nógv arbeiða í teimum ymsu vinnugreinunum.

 

Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum

Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Kelda: Hagstova Føroya» 13. januar 2016 Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.