Wick lurtar eftir Skorheim

0
584

Skotski vinarbýurin hjá Klaksvík hevur útsett avgerðina um at kvetta sambandið við Føroyar, eftir at borgarstjórin í Klaksvík hevur bjóðað teimum til Føroya at kunna seg nærri um grindadráp, áðrenn tey taka endaliga avgerð.

Í morgun var so fundur í Caithness Counsil í Skotlandi, har spurningurin um vinarbýarsambandið millum Wick og Klaksvík varð viðgjørdur. Býráðslimirnir úr Wick, sum í summar boðaðu frá, at tey ikki vildu kennast við Klaksvík so leingi, sum føroyingar drepa grind, hava nú gjørt av at útseta avgerðina. Hetta kemur í kjalarvørrinum av, at Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík hevur boðað teimum frá, at tey eru vælkomin til Klaksvíkar at kunna seg nærri um grindadráp, áðrenn tey gera sær eina meining um hendan partin av føroysku mentanini.

– Samskiftið við Gail Ross hevur givið mær eina fatan av, at hennara fatan av grindadrápi minnir um tann boðskapin, sum stavar frá Sea Shepherd. Tí havi eg tikið stig til at fáa samrøðu í lag við Wick, soleiðis at vit kunnu greiða teimum frá føroysku sjónarmiðjunum, sigur Jógvan Skorheim.

Fer ikki at bakka fyri Wick
Jógvan Skorheim stendur tó fast við, at hann ikki fer at bakka fyri umboðunum úr Wick. – Eg standi fast við, at um Wick ikki kann liva við, at vit drepa grind í Føroyum, so má tað vera hareftir. Men eg haldi samstundis, at tað er umráðandi, at vit gera okkara fyri at upplýsa um grindadráp, sigur borgarstjórin.

– Í núverandi støðu havi eg varhugan av, at Wick ynskir at kvetta, tí at Sea Shepherd vil hava tey til tað. Og tað kann ikki vera rætt, at Sea Shepherd skal sleppa at gera av, hvørjar vinir vit skulu hava. Tí eiga vit at upplýsa umheimin, og Wick er eitt fínt stað at byrja, sigur Jógvan Skorheim.

– Eg eri tí glaður fyri, at býráðslimirnir í Wick nú vísa áhuga fyri at hoyra okkara sjónarmið í hesum málinum, tí so kunnu tey um ikki annað taka eina vælkunnaða avgerð um, hvørt tey ynskja at halda fram við vinarbýarsamstarvinum ella ikki, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík. Hann leggur tó afturat, at um Wick eftir nærri kunning um grindadráp framvegis ynskir at gera enda á vinarbýarsamstarvinum, so sær hann ongar trupulleikar í at kvetta sambandið.

Kelda: klaksvík.fo  14-01-2016