Í dag undirskrivaði Landsverk sáttmála við byggifelagið J&K Petersen um at leingja pierin við Krambatanga, so atløguviðurskiftini hjá Smyrli kunnu gerast munandi betri.
Útbyggingin fevnir um at leingja atløgusíðuna á pierinum við Krambatanga við umleið 40 metrum, har Smyril leggur at ávísar tíðir á árinum vegna veður. Tá útbyggingin er liðug, fara atløguviðurskiftini væntandi at vera munandi lættari og tryggjari hjá Smyrli, sum tá hevur tveir tryggar møguleikar at leggja at á Krambatanga. Somuleiðis fyri manning og fólk á bryggjuni, sum taka ímóti endunum hjá Smyrli.

Undir vanligum umstøðum leggur Smyril at eystur og vestur. Við leingini fær skipið tveir tryggar møguleikar at leggja at á Krambatanga.

Í dag undirskrivaðu Landsverk og J&K Petersen undir sáttmála fyri leinging av atløgusíðuni á pierinum á Krambatanga. Frá vinstru Steinolvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, og Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.