Mentanarvirðislønir Landsins í Norðurlandahúsinum

0
799

Mentanarvirðislønir Landsins verða handaðar á føðingardegi William Heinesens, komandi fríggjakvøld tann 15. januar, kl. 18.00 í Norðurlandahúsinum.

Í sambandi við handanina verða røður, upplestrar, tónleikur og aðrar framførslur. Kringvarp Føroya útvarpar tiltakið og sendir beinleiðis frá hátíðarhaldinum eftir tíðindini kl. 18.00.

“Løtan, tá Mentanarvirðislønir Landsins verða handaðar, er hátíðarlig, og tí gleðir tað meg, at tiltakið verður sent beinleiðis í Kringvarpinum, so tað á tann hátt røkkur út til alt landið. Tað er altíð spenningur um, hvørji nú munnu fara at fáa virðislønirnar, og eg gleði meg til hetta høvið at heiðra nøkur av okkara fremstu lista- og mentafólkum”, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.

Aftur í ár verða tríggjar virðislønir handaðar. Mentanarvirðisløn Landsins, sum er kr. 150.000, verður latin listafólki, sum hevur skapað list á høgum støði, sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Heiðursgáva Landsins, sum er kr. 75.000, verður latin mentafólki, ið hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Seinastu árini hevur ein virðisløn verið latin til ungt listafólk, sum er kr. 50.000, og hon verður eisini latin í ár.

Afturat virðislønunum verður ein sømdargáva, ið er lívslang heiðursgáva á kr. 20.000 um árið, latin listafólki, fyri útint listarligt avrik, ið verður mett at hava týdning fyri samtíð og framtíð.

Landsstýriskvinnan Rigmor Dam gleðir seg eisini til eina serstaka mentanarliga avdúking, sum verður almenn hetta kvøldið í Norðurlandahúsinum.

Mentamálaráðið – 13. januar 2016