Eik Banki er nú 100 prosent føroyskur aftur

0
876
Mynd:24.FO - ÓML

TF Holding hevur keypt seinastu 30 prosentini av Eik Banka frá Finansiel Stabilitet, og eigur nú allan Eik Banka

Á eykaaðalfundi í Eik Banka týsdagin 15. desember varð samtykt at góðkenna søluna av ognarlutinum hjá Finansiel Stabilitet í Eik Banka til TF Holding. Hetta var seinasta formliga treytin í avtaluni við Finansiel Stabilitet.

“Keypspeningurin er rindaður og partabrøvini hava skift hond, so yvirtøkan er endaliga avgreidd”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding.

Við yvirtøkuni av ognarlutinum hjá Finansiel Stabilitet eigur TF Holding nú 100 prosent av partabrøvunum í Eik Banka.

”Kósin fyri bankan er tann sama, sum man setti longu í 2011, tá ið TF Holding yvirtók 70 prosent av bankanum. Eik Banki er og verður ein føroyskur banki, sum hevur sítt virksemi í Føroyum. Aðalmálið er framvegis at veita kundum bankans bestu tænastuna, og hesum halda vit fram við”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding.

Kelda & mynd: tfholding.fo

Mynd forsíða Tryggingarfelag Føroya -24.fo