Home Fólk & Samfelag Ósemjan í samgonguni var væntað

Ósemjan í samgonguni var væntað

by OML

– Tá ið samgongutinglimir nú seta føtur í spenn ímóti at leggja so stóran part av tilfeinginum út á uppboðssølu, so má tað vera tí at teir nústaðni hava funnið útav, at júst hetta hevur verið ætlanin hjá teirra floksformonnum alla tíðina, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Nýtt Sjálvstýri.

Hann sigur, at sannleikin við samgonguskjalinum er, at onki forðar fyri at leggja øll loyvini um uppboðssølu. – Og nú síggja vit sjón fyri søgn, at samgongulimirnir slett ikki eru greiðir yvir, at hetta alla tíðina hevur verið ætlanin, sigur Jógvan Skorheim, floksformaður.

– Tá ið Nýtt Sjálvstýri fór úr samgongusamráðingunum var tað eitt nú tí, at vit ikki vildu ganga við til eina orðing, har onki forðaði fyri, at øll fiskiloyvini fóru at enda á eini fríari uppiboðssølu, sigur Jógvan Skorheim.

Hann leggur dent á, at Nýtt Sjálvstýri undir ongum umstøðum vildi skapa ótryggleika í føroysku høvuðsvinnuni. – Tí kravdu vit at vita heilt konkret, hvat lá í orðingunum í samgonguskjalinum. Niðurstøðan varð, at alt kundi fara um eina uppboðsølu, og tað vildu vit undir ongum umstøðum góðtaka, sigur Jógvan Skorheim.

Men hesum vildu samgonguflokkarnir ikki vita av.

– Vit hava alla tíðina verið ímóti eini uppboðssølu og tá ið tað gjørdist greitt, at einki mark skuldi vera fyri hvussu nógv skuldi fara um eina uppboðsølu, so var einki at gera. Útmeldingarnar hjá løgmanni hava síðani gjørt púra greitt, at júst hetta hevur verið ætlanin frá byrjan, hóast hann royndi at staðfesta beint tá, at tað ikki var ætlanin.

Nú síggja vit so á ósemjuni í flokkinum hjá løgmanni, Javnaðarflokkinum, at tinglimir ikki eru á eina máli um, hvussu stórur partur av vinnuni skal umskipast til uppboðssølu, sigur Jógvan Skorheim, sum tí ikki heldur nakað óvæntað vera í, at løgmaður nú hevur ilt við at fáa tingmanningina at draga somu línu í hesum málinum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.