Eins og undanfarin ár fer Kristiliga Sangkórið aftur í ár at hava jólakonsert í Dómkirkjuni í Havn. Konsertin verður leygarkvøldið 12. desember klokkan 19.30.

Eitt av elstu kórunum í Føroyum, Kristiliga Sangkórið, sum hevur meira enn 62 ár á baki, hevur sína árligu jólakonsert í Dómkirkjuni í Havn leygardagin.

Sangúrvalið er í høvuðsheitum kendir jólasálmar og –sangir. Bæði føroyskir og útlendskir.

Kristiliga Sangkórið, sum er eitt fýraraddað blandað kór við umleið 30 sangarum, varð sett á stovn í 1953. Tríggir av sangarunum, sum vóru við frá byrjanini, eru framvegis við í kórinum.

Konsertin í Dómkirkjuni leygardagin byrjar klokkan 19.30.