Tann 1. november í ár var fólkatalið 49.079. Tað er sostatt vaksið við 561 fólkum síðani 1. november í fjør. Hetta kemur av, at í hesum tíðarskeiðnum var eitt burðaravlop á 228, ið er munurin millum fødd og deyð, og ein nettotilflyting á 333, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting.

Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum, sum er hend tvey tey síðstu árini og tykist at halda fram, kemur ikki av vaksandi burðaravlopi, ið heldur hevur verið spakuliga fallandi tey síðstu árini, men av stórum broytingum í flytingini millum Føroyar og útlond. Her er tað serliga fráflytingin til útlond, sum er minkað munandi. Tað er sjónligt um vit sum í myndini niðanfyri samanbera 12-mánaðarskeiðini november-oktober síðstu fimm árini.

 

Tað er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum uttan teim sunnaru, har fólkatalið stendur í stað í Sandoyarøkinum og minkar í Suðuroy. Lutfalsliga er minkingin líka stór í Suðuroy sum vøksturin norðanfjørðs.
Í tali er nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum, men lutfalsliga er javnt stórur vøkstur í Norðoya sýslu, Eysturoyar sýslu, Vága sýslu, Tórshavnarøkinum og í Streymoy annars við størsta vøkstrinum.

 

Í kommununum er størsti vøksturin í Tórshavnar, Runavíkar, Klaksvíkar, Sunda og Sørvágs kommunum. Av hesum er lutfalsliga størsti vøksturin í Sunda kommunu. Størsta minkingin er í Fuglafjarðar, Hvalbiar og Tvøroyrar kommunum. Í Suðuroy minkar fólkatalið í øllum kommunum uttan Vágs kommunu, ið hevur ein lítlan vøkstur.

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, stendur fólkatalið sum heild í stað ella minkar eitt vet í útoyggjum, uttan í Nólsoy, har fólkatalið nú veksur. Av hinum oyggjunum er tað bara minkandi fólkatal í Suðuroy, meðan tað er vaksandi í Viðoy, Borðoy, Kunoy, Eysturoy, Streymoy og Vágoy.

Dagførdu íbúgvatølini eru at finna í hagtalsgrunninum á www.hagstova.fo

Kelda:Hagstova Føroya » 11. desember 2015  Mynd 24.FO