Klárt at flyta inn í vardar bústaðir í Klaksvík

0
545
DCIM100MEDIADJI_0027.JPG

Seinnapartin í dag verður hátíðarhald í Klaksvík í sambandi við, at byggingin av 12 vardum bústøðum til menningartarnað nú er liðug.

Stórur tørvur hevur verið á vardum bústøðum til fólk við skerdum førleikum. Við hesum í huga settu politisku myndugleikarnir fyri nøkrum árum síðani gongd á arbeiðið við at byggja vardar bústaðir.
Politiskt varð avgerð tikin um, at farast skuldi burtur frá politikkinum við at keypa vanlig sethús og umbyggja tey til sambýlir. Ístaðin varð farið undir eina tilgongd at byggja nýggjar tíðarhóskandi bústaðir, sum eisini yvir tíð kunnu koma í staðin fyri nøkur av verandi sambýlum. Fleiri av hesum vardu bústøðunum ella sambýlunum eru longu tikin í nýtslu.
Í dag klokkan 14 verður hátíðarhald í sambandi við, at byggingin av 12 vardum bústøðum í Klaksvík til menningartarað, nú er liðug.
Almannaráðið er byggiánari, og Landsverk byggiharri. Tað eru Arkitektar 99, sum er høvuðsráðgevi í byggingini og hevur teknað sambýlið. Aðrir ráðgevarar eru HMP Consult, PB Consult og KJ Elráð, meðan høvuðsarbeiðstakari er Kanjon. Inventartænastan vann útboðið um innbúgv, og hevur sostatt verið veitari av tí partinum.
Játtaðar vórðu 16,5 mió. krónur, og hesin kostnaðurin hevur hildið. Arbeiðið hevur gingið væl, og bygningurin er nú liðugur og klárur at flyta inn í. Kelda:lv.fo