Home Ymiskt Endurljós

Endurljós

by OML

Útgávukonsertir við Anniku Hoydal í Tøting, Spaniastovu og í Norðurlandahúsinum.

Komandi viku býðst høvið til serstakar upplivingar, tá Annika Hoydal og tónleikarar fara at framføra nýggju útgávuna Endurljós á útgávukonsert – “Tak í meg, tak í mín iva, nem við meg, nert ikki við..”. Neyvan finst nakar føroyingur, sum ikki kennir henda tølandi sangin um ta djúpu og mótsetningsríku alduna, niðurlagið duga tey flestu uttanat, ung sum gomul og til veitsluhøvi er hesin sangurin ein av teimum best dámdu, Aldan er fólkaogn. Tekstin skrivaði Gunnar Hoydal, lagið eigur Annika Hoydal og Aldan er ein av sangunum, sum fer at verða framførdur á útgávukonsertini í einari nýggjari frálíkari seigari tulking, sum fevnir ta tvítýddu alduna, myrkrið, sum bjargar og ljósið, sum slær.

Hon er á tremur av takksemi, nýggja tónleikaútgávan hjá Anniku Hoydal sum verður givin út í sambandi við 70 ára føðingardag hennara í november, men sum eisini er hugsað sum ein jubileumsútgáva, nú fimti ár eru liðin síðan Annika Hoydal byrjaði tónleikaligu leið sína. Takksemið streymar gjøgnum nýggju útgávuna, tað verði seg yvir lívið – tað dýra undrið, sum okkum var givið, men eisini yvir poesi, tónleik og allar tær mongu upplivingar, sum lívið gav. Útgávan er fjølbroytt í stíli, summi løg hava okkurt føroyskt vísukent yvir sær, meðan onnur fara dansandi avstað undir heitari sól. Onkrir sangir eru vakrir inniligir og rørandi, meðan aðrir eru burleskt skemtiligir. Sjálvt um fleiri eldri sangir verða nýtulkaðir er talan als ikki um nakað afturlítandi farvæl, tvørturímóti. Annika Hoydal er í betri venjing enn nakrantíð. Hennara sterka og reina rødd ljómar vøkur og sterk, bæði tá hon syngur sínar sangir, sum fyri langari tíð síðani eru vorðin fólkaogn, og tá hon ber fram spildurnýggju løgini, sum hon hevur skrivað til tekstir hjá bróðrinum, Gunnari Hoydal.

Á palli saman við Anniku til hesar tríggjar útgávukonsertirnar eru Jógvan Dahl, Eyðun Mohr Hansen, Per Ingvald Højgaard, Torleik Mortensen, Angelika Nielsen og Kristian Pauli Ellefsen.

 

Klaksvíkar Kommuna skrivar

Anniku Hoydal í Spaniastovu 21.okt. kl. 22:00
Allir føroyingar kenna Anniku Hoydal. Um ikki av navni, so gjøgnum ein av hennara mongu sangum, sum eru vorðnir fólkaogn. Aldan verður sungin til flestu veitslur, og børn okkara verða løgd at sova við Blunda blunda lítla mín.

Í novembur fyllir Annika 70 ár, og í tí sambandi gevur hon nýggja fløgu út, sum eisini er eitt hátíðarhald av samstarvinum við bróðurin Gunnar Hoydal, sum hevur skrivað nógvar av tekstunum til sangir hennara, og av fimmti ára longu yrkisleið hennara.

Útgávan eitur Endurljós og er ein fagnan av lívinum og listini, sum hon hevur skapt saman við Gunnari. Sangirnir eru fjølbroyttir, summir spildurnýggir og aðrir gamlir í nýggjum hami.

Á konsertini fer Annika saman við nøkrum av Føroya fremstu tónleikarum at framføra tónleik av Endurljós og burturúr hennara langa “hitt-lista”. Annika er í toppform og áhoyrararnir kunnu vænta sær eina konsert, sum er innilig og rørandi, men eisini skemtilig.

Tónleikarar á konsertini verða:
Annika Hoydal – vocal
Jógvan Dahl – guitar
Eyðun Mohr Hansen – guitar
Torleik Mortensen – bass/kontrabass
Per Ingvald Højgaard – trummur
Kristian Pauli Ellefsen – flygel, harmoniku og keyboard
Angelika Nielsen – violin

Spaniastova hevur nýtt tilboð
Sum nakað nýtt kunnu fyrireikarnir bjóða áhugaum møguleika at keypa atg.m. á leinkjuni her:
https://leikalund.atgongumerki.fo/ticket?eventId=128670

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.