Landsfundur Fólkafloksins verður leygardagin, 21. november 2015, kl. 13:30, á Öström í Tórshavn.

Landsfundurin byrjar við ársfrágreiðing floksformansins.

Næst fáa tingfólk floksins orðið til hvør sína stuttu framløgu.

At enda verður orðaskifti har orðið verður frítt.

Eftir ein kaffisteðg nakað út á seinrapartin heldur orðaskifti fram.

Ætlandi verður fundurin lokin umleið kl. 17:30, tá floksformaðurin tekur saman um og endar fundin.

Eftir landsfundin verður ein nátturði kl. 18:00 fyri fundarfólki.

Øll fólkafloksfólk eru so hjartaliga vælkomin til landsfundin