3.9 C
New York
fredag, januar 15, 2021
Home Fólk & Samfelag Kanningar á Havstovuni

Kanningar á Havstovuni

Ein av uppgávunum hjá Havstovuni er at savna vitan um tað livandi tilfeingið og umhvørvið í føroyskum sjóøki og at seta vitanina saman í eina heild.

Granskingin á Havstovuni fevnir um nógvar tættir, ið hava til høvuðsendamál at økja vitanina um fiskastovnarnar og umhvørvi teirra.

Á hesum síðunum verður í stuttum greitt frá um ymisku tættirnar, granskað verður í á Havstovuni.

Regluligar kanningar av streymi og hita í sjónum er ein fastur táttur í granskingini á Havstovuni.

Eisini er kunnleiki til plankton, hví tað broytist og hvussu tað ávirkar tær verur, ið liva av tí, ein fyritreyt fyri at skilja broytingarnar í fiskastovnunum.

Av botnfiskastovnunum verða gjørdar m.a. yngulkanningar, stovnsmetingar, kanningar av tilgongd og vøkstri, og við magakanningum verður fylgt við, hvat og hvussu nógv fiskur hevur at eta á ymiskum leiðum. Eisini verða merkir sett á rættiliga nógvan fisk, fyri at kanna atferð og ferðing.

Av uppsjóvarfiski (svartkjafti, sild og makreli) verða ekkókanningar gjørdar árliga, fyri at kanna útbreiðslu, ferðing, og stovnsstøddir. Eisini verða kanningar av villum laksi gjørdar. Úrslitini verða knýtt at viðurskiftum í umhvørvinum.

Sjófuglur er partur av vistskipanini á innaru leiðum og regluligar kanningar verða gjørdar av, hvussu nógvur fuglur er og føðini hjá høvuðssløgunum.

Praktiskar fiskiroyndir er eisini ein týðandi partur av arbeiðinum hjá Havstovuni. Hetta eru t.d. royndir við ymiskum reiðskapi, á nýggjum økjum og royndir eftir nýggjum sløgum.

 

- Advertisment -

Most Popular

Seneste kommentarer