Í dag 14.11 er tað fýra ár síðani samgonguskjalið hjá borgarligu samgonguni varð undirskrivað. Tað vóru øðrvísi tíðir tá vit tóku við fyri fýra árum síðani. Búskapurin var merktur av afturgongd. Fólkatalið fall. Hallið á fíggjarlógini var stórt. Arbeiðsloysið var høgt. Gongdin mátti vendast, annars stóð samfelagið fyri hóttafalli.

Samgongan varð kallað BADH, men úrslitini skara burturúr.

Vit lovaðu vøkstur og vælferð. Fólk trúðu okkum ikki, men vit megnaðu bæði.

Í dag eru tíðirnar fullkomiliga øðrvísi. Fólk eru á einum máli um, at vit hava met góðar tíðir. Arbeiðsloysið er lágt. Vit hava met stóran vøkstur. Fráflyting er vend til tilflyting.

Við politikkinum, sum vit løgdu fyri dagin, var hall vent til avlop komandi ár.

Vit fingu framt flatskattin, so tað loysir seg at arbeiða.

Ja, nógv er hent síðani vit settu kósina fyri fýra árum síðani.

Vit fegnast um, at politikkurin gevur úrslit.

Viku eftir viku og mánað eftir mánað frættast góð tíðindi um føroyska búskapin.

Allir pílar peika nú rætta vegin.

Tað er tí við erpni, at vit hava avhenda ein sunnan búskap og eitt samfelag, sum aftur stendur í vøkstri.

Vilja halda fast

Ein broyting nú, kann fáa pílarnar at peika skeivan vegin.

Tí fara vit í Fólkaflokkinum, at arbeiða fyri at góða gongdin ikki verður sett í vanda.

Fíggjarligt vit og skil má valda.

Vit vilja ikki ganga við til at eksperimentera við okkara høvuðsvinnu. If it works don’t fix it!

Nú ræður um at halda fast.