Kiwanis letur 50.000 krónur til Frelsunarherin í Vági

0
793

Vælgerandi felagsskapurin, Kiwanis Tórshavn, hevur latið peningagávu til Frelsunarherin í Vági, sum ger eitt stórt arbeiði fyri børn og ung.

Frelsunarherurin ger eitt sera gott arbeiði millum børn og ung í Vági og Suðuroy sum heild. Tí hevur vælgerandi felagsskapurin, Kiwanis Tórshavn, valt at stuðla teirra uppbyggjandi arbeiði við 50.000 krónum.

Á myndini: Øssur av Steinum, forseti í Kiwanis Tórshavn, hevur júst handað Ben Eli Dam, leiðara fyri Frelsunarherin í Vági, peningagávu á 50.000 krónur. Til vinstru Kári Mikkelsen, ið verður nýggjur forseti í Kiwanis Tórshavn.
– Kiwanis sær stórt virði í virkseminum hjá Frelsunarherinum, og tí halda vit tað vera natúrligt hjá okkum í Kiwanis, ið júst leggja dent á barna- og ungdómsarbeiði, at stuðla teirra góða og áhaldandi arbeiði millum børn og ung, sigur Øssur av Steimum, forseti í Kiwanis Tórshavn.

Ben Eli Dam, ið er leiðari fyri Frelsunarherin í Vági, var sum vera man fegin um gávuna frá Kiwanis Tórshavn, og sigur, at peningurin kemur ómetaliga væl við.

– Tað frøðir okkum almikið, at Kiwanis hevur lagt merki til okkara arbeiði innan Frelsunarherin og velir at stuðla okkum í hesum. Hetta eru vit sera takksom fyri, sigur Ben Eli Dam.

Stórt barna- og ungdómsarbeiði fer fram í hølunum í Vági alt árið. Somuleiðis gevur Frelsunarherurin árliga 10-15 børnum, sum koma úr heimum, ið eru fíggjarliga sperd, møguleika fyri at sleppa uttanlands á legur í Noregi. Eisini býtir felagsskapurin mat út til familjur, sum hava tað tungt fíggjarliga eins og fólk, ið sita einsamøll.

Í sambandi við handanina í Kiwanishúsinum í Havn fyri nøkrum døgum síðani, greiddi Ben Eli Dam frá grundarlagnum undir arbeiðinum hjá Frelsunarherinum. Millum annað hvørjar tankar stovnarin av Frelsunarherinum, William Booth, hevði, tá hann í London í 1865 gjørdi av at stovna hjálparfelagsskapin.

Kiwanis Tórshavn letur á hvørjum ári peningagávur til góðgerandi endamál og hevur millum annað stuðlað eini spælistovu á Landssjúkahúsinum, Hotel Tórshavn í Keypmannahavn, Sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík, Javna, Háskúlanum og mongum øðrum vælgerandi endamálum. Ein annar partur av hjálpararbeiðinum er at stuðla familjum við til dømis faðir- ella móðirleysum børnum.

Peningurin til hjálpararbeiðið hjá Kiwanis Tórshavn, stavar frá jólatræssølu í Havn í desember, eins og lutaseðlasølu á Ólavsøku, har høvuðsvinningurin er ein føroyskur bátur. Sostatt eru øll tey, sum antin keypa jólatræ ella lutaseðlar frá Kiwanis við til at stuðla hjálpararbeiðinum hjá felagsskapinum. Tveir aðrir Kiwanis-felagsskapir eru í Føroyum. Tað eru Kiwanis Rósan í Havn, og Kiwanis Eysturoy, sum hevur heimstað í Gøtu.

Orðið “kiwanis” stavar úr indianskum máli og merkir “vit byggja”.