Home Heim & Frítíð Prísgongdin sera ymisk í smásøluni fyrsta hálvár 2015

Prísgongdin sera ymisk í smásøluni fyrsta hálvár 2015

by OML

Samanbera vit prísgongdina í smásøluni í trimum høvuðsbólkum, kunnu vit staðfesta, at gongdin er sera ymisk:

  • Matur og alkoholfríar drykkjuvørur: prísgongdin hevur sum heild verið javnt hækkandi síðani 2005.
  • Klæðnavørur og fótbúni: síðani hækkingina í 2008 hava prísirnir sveiggjað og falla nakað  í seinastuni.
  • Búnýti og innbúgv: eftir fallið í 2007 hevur prísgongdin verið rímiliga støðug.

Prísgongdin er eitt vísital, sum sigur okkum, hvussu gongdin í prísunum hevur verið í mun til vørumongdina. Hesin samanhangur millum virði, mongd og prís er:
Vísital fyri umsetning í virði (leypandi prísum) / Vísital fyri umsetning í mongd (føstum prísum) * 100 = Vísital fyri prísgongd.
Dømi: Matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur 1. ársfj. 2014: 131,2 / 108,2 * 100 = 121,3.

Matur og alkoholfríar drykkjuvørur
Umsetningurin frá smásøluni av mati og drekka vaks í leypandi prísum 4,6 %-stig frá 1. ársfjórðingi til 2. ársfjórðing í 2015. Somu tíð í 2014 vaks umsetningurin 14,2 %-stig.
Orsøkin til minna vøksturin er, at páskirnar vóru fyrst í apríl mánaði í ár í mun til miðan apríl í 2014. Hetta førdi til, at nógv innkeyp til páskahøgtíðina í ár var í marsmánaði, tvs. í fyrsta ársfjórðingi 2015.
Verður umsetningurin av mati og drekka reinsaður fyri prísvøkstur vaks mongdin við 4,1 %-stig í 2015, í mun til 12 %-stig í 2014.

Samanbera vit 1. ársfj. 2014 við 1. ársfj. 2015 sæst, at í leypandi prísum vaks umsetningurin frá smásøluni við 4,7 %-stig, meðan gongdin millum aðru ársfjórðingarnar 2014 og 2015 var ein minking á 4,9 %-stig.
Í mongd (reinsað fyri prísvøkstur) var framgongd á 4,0 %-stig millum fyrstu ársfjórðingar í 2014 og 2015 og afturgongd á 3,9 %-stig millum aðru ársfjórðingarnar bæði árini. Sum nevnt omanfyri eru tað serliga páskirnar, sum eru orsøkin til hesa gongd.

Á myndini omanfyri sæst, at trendurin fyri mat og drekkivørur í leypandi prísum er javnt vaksandi síðani 2007. Hyggja vit eftir gongdini í føstum prísum sæst, at umsetta  mongdin nú er á sama stigi sum í 2007. Hóast nakað av sveiggi vísir trendurin fyri prísgongd hækkandi prísir.

Tann vøkstur, sum hevur verið síðani 2007 í umsetninginum frá søluni av mati og alkoholfríum drykkjuvørum, skyldast fyrst og fremst príshækkingar á heimsmarknaðinum fyri rávørur til matvøruframleiðsluna grundað á rávørutroti.

Av tí at vit innflyta tað mesta av mati og drekka, hevur hetta ávirkan á tann prís, sum føroysku húsarhaldini skulu gjalda fyri hesar vørur. Tað skal tó sigast, at lønarhækkingar o.a. eisini kunnu føra til príshækkingar.

Klædnavørur og fótbúni
Umsetningurin frá smásølu av klædnavørum og fótbúna í leypandi prísum vaks 10,7 %-stig frá 1. áf. til 2. áf. í 2015. Hetta er 13,4 %-stig minni enn til sama tíðarskeið 2014, tá vøksturin var 24,1 %-stig. Reinsað fyri prísvøkstur var vøksturin 11,0 %-stig í 2015 í mun til 23,3 í 2014.

Kanna vit ársfjórðingarnar í 2014 og 2015, sæst at umsetningurin í leypandi prísum í 2. ársfjórðingi var lægri í 2015 enn í 2014. Í føstum prísum var gongdin hin sama. Tað vil siga at umsetningurin á klædnavørum og fótbúnað er áleið tann sami í 2015 sum í 2014.

Myndin niðanfyri vísir trendin fyri klædnavørur og fótbúna í leypandi og føstum prísum. Tað sær út til, at smásølan av klæðnavørum og fótbúnaði í 2012 og 2014 er í hæddini í 4. ársfjórðingi. Hetta er ein broyting í mynstrinum frá árunum frammanundan.

Verður hugt at prísgongdini, sæst, at prísirnir síðani miðskeiðis í 2008 eru lækkaðir nakað. Tó hava prísirnir sveiggjað meiri síðani 2011. Síðani 3. ársfj. 2014 eru prísirnir lækkaðir niður um vísital 100. Hóast trendin sveiggjar, so er sannlíkt, at gondin fyri umsetningin tilsamans er vaksandi.

Búnýti og innbúgv

Hyggja vit eftir gongdini millum 1. og 2. ársfj. í 2014 og 2015 í leypandi prísum, sæst í talvuni niðanfyri, at vøksturin í 2015 ikki er fult so stórur sum í 2014. Í føstum prísum, tvs. tá ið gongdin er reinsað fyri prísvøkstur (inflatión), sæst, at broytingin í mongd er størri enn í leypandi prísum.

Umsetningurin frá smásøluni av búnýti og innbúgvi, uppgjørt í ársins prísum, var í 2. ársfj. 2015 130,9, sum er 2,0 %-stig hægri enn í 2. ársfj. 2014, tá vístalið var 128,9. Í føstum prísum er vøksturin 3,7 %-stig. Hetta merkir, at umsetningurin í smásøluni er ávirkaður av prísbroytingum, og førir hetta til størri vøkstur í mongd.

Í myndini niðanfyri sæst, at umsetningurin bæði í leypandi- og føstum prísum er vaksandi. Samanbera vit prísgongdina, ið er lýst í næstu myndini niðanfyri, við gongdina fyri trendin í leypandi- og føstum prísum, sæst, at umsetningurin á búnýti og innbúgv er nógv ávirkaður av lækkandi prísum.

Prísgongdin, ið er lýst í myndini niðanfyri, sýnist at hava verið rímiliga støðug við fallandi prísum síðani miðskeiðis í 2014.

At ymsar framleiðslur vera fluttar til láglønarlond er sera vanligt í dag. Saman við tøkniligari menning gerast drúgvar og hálvdrúgvar vørur á henda hátt bíligari. Harumframt hevur búskaparvøkstur í Kina, India og øðrum fólkaríkum økjum viðført størri globalan handil. Saman við vaksandi kapping og lágan framleiðslukostnað eru prísirnir á heimsmarknaðinum lækkaðir og kemur hetta eisini føroysku húsarhaldini til góðar.

Hagtølini fyri smásøluna eru at finna í hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni undirVinna og veiða/handil.

Hagstova Føroya » 28. oktober 2015

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.