Herfyri kunngjørdi kommunan ognartøkur til komandi rennibreytina, sum eftir ætlan verður liðug í 2019.

Talan er um matr.nr 842a og 716a, sum bæði eru á økinum ímillum Tekniska skúla og KFUM, har komandi rennibreytin er ætlað at vera.

– Ætlanin við hesum økinum er at gera eina rennibreyt og ein eyka fótbóltsvøll, soleiðis at vit umframt rennibreytina eisini fara at hava tveir fótbóltsvallir ístaðin fyri ein, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Liðugt í 2019
Ætlanin hjá býráðnum er, at rennibreytin og eyka fótbóltsvøllurin skulu standa klár til nýtslu í 2019, og borgarstjórin fortelur, at ognartøkan nú verður framd fyri at tryggja, at tíðarætlanin kann haldast.

– Hendan íløgan hevur stóran týdning fyri Treysti og frælsa ítrottin yvirhøvur, umframt KÍ, sum er størsta ítrottarfelag í bynum. Tí fer hetta at gagna einum sera stórum parti av borgarunum í býnum, sigur borgarstjórin. Hann leggur afturat, at arbeiðið við at klárleggja byggiskránna er ávegis longu nú, soleiðis at arbeiðið kann skipast sum best, tá ið spakin verður settur í.

– Í hesari tilgongdini gera vit eisini nógv fyri, at tey, ið skulu brúka karmarnar verða hoyrd í samband við byggiskránna. Hetta fer at betra munandi um ítróttarøkið í Klaksvík, og hendan tilgongdin skal tryggja, at vit fáa mest møguliga gleði burturúr nýggju rennibreytini og vøllinum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

16-10-2015