Dagstovnurin á Argjum hátíðarhelt í dag, at tvey starvsfólk hava merkisdagar. Sigrid Thomsen og Haldis Stenberg hava arbeitt á stovninum í ávikavist 25 og 26 ár.

Borgarstjórin var á vitjan á dagstovninum, har Sigrid og Haldis arbeiða. Hann helt stutta røðu og handaði viðurkenningar og gávur frá býráðnum.

Heðin Mortensen takkaði fyri drúgva arbeiðið, sum tær báðar hava útint fyri Tórshavnar kommunu.

Um Sigrid segði hann millum annað: Hon er eitt gott og dugnaligt starvsfólk, sum gongur upp í arbeiðið við lív og sál. Hon er pliktuppfyllandi, álítandi, ein loyalur starvsfelagi og man veit altíð, hvar mann hevur hana.

Og um Haldis segði borgarstjórin: Haldis er eitt gott og dugnaligt starvsfólk, sum gongur høgt uppí at gera arbeiðið til lítar. Hon er pliktuppfyllandi, álítandi, arbeiðir skjótt, og hevur gott yvirlit yvir tað, sum hendir rundan um hana.

Hann legði dent á, hvussu umráðandi tað er at hava nøgd starvsfólk, sum dáma arbeiðið í gerandisdegnum, og sum fáa børnini at trívast og mennast.

Á dagstovninum á Argjum ganga 24 vøggustovubørn og 51 barnagarðsbørn. Tað starvast 20 fólk á stovninum harav nøkur teirra niðursetta tíð.

Leiðari á Dagstovninum á Argjum er Irena Tróndheim.

Myndin í erva frá vinstru: Beinta Dalbø, leiðari á Børn & Ung í Tórshavnar kommunu, Irena Tróndheim, leiðari á Dagstovninum á Argjum, Sigrid Thomsen, Haldis Stenberg og Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Kelda & myndir: torshavn.fo