Home Tíðindir Ákæruvaldið hevur reist ákæru móti skipara og eigara á ribbáti í sambandi við eitt óhapp í Skopunarfirði 2. juli 2017.

Ákæruvaldið hevur reist ákæru móti skipara og eigara á ribbáti í sambandi við eitt óhapp í Skopunarfirði 2. juli 2017.

by OML

Skiparin er ákærdur fyri brot á kunngerð frá 2008 um manningarásetan á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum sigla við upp til 12 ferðafólkum, tí

  • manningin bert taldi ein, hóast fleiri enn 5 ferðafólk vóru umborð
  • hann ikki hevði størra dugnaskaparsprógvið í sigling
  • hann ikki hevði góðkent trygdarskeið fyri sjófólk
  • hann ikki hevði heilsuváttan fyri sjófólk, og
  • tí persónur við dugnaskaparsprógvi í motorpassing ikki var umborð, hóast báturin hevði størri framtøkumegi enn 100 KW.

Felagið, sum eigur bátin, er ákært fyri brot á kunngerð frá 2017 frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerð o.a. til smærri vinnufør, tí felagið hevði ábyrgdina av, at

  • báturin sigldi við ferðafólki, hóast siglingarloyvið til ferðafólk ikki var endurnýggjað.

Løgreglan frætti um tilburðin, tá ein kvinna varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, og valdi tí at kanna málið við atliti til trygdina hjá ferðafólkum umborð á slíkum bátum.

Ákæruvaldið hevur síðani avgjørt, eftir at málið hevur verið til hoyringar hjá Sjóvinnustýrinum, at reisa ákæru, og hevur sent málið til Føroya Rætt.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.