Home Tíðindir Innflutningur og útflutningur fyrsta ársfjórðingin

Innflutningur og útflutningur fyrsta ársfjórðingin

by OML

Tað er minni innflutt til hav- og landbúnað og eisini av rávøru til fiskavirking. Innflutningurin av vørum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er tann sami sum í fjør. Sum heild er talan um lækkandi innflutning uppá 13% skrivar Hagstovan.

Hagstova Føroya » 16. mai 2018

Vit innfluttu fyri 1,6 mia. kr. fyrsta ársfjórðing í ár. Tað eru 250 mió. kr. ella 13% minni enn somu mánaðir í fjør. Tað er serliga innflutningurin av skipum og flogførum, sum er minkaður, og hyggja vit at innflutninginum uttan skip og flogfør, er minkingin 2%.

Innflutningurin av tilfari til byggivinnuna er vaksin mest, meðan innflutningurin av tilfarið til annan ídnað og brennievni eisini er vaksin, tó ikki so nógv.

Tað er minni innflutt til hav- og landbúnað og eisini av rávøru til fiskavirking. Innflutningurin av vørum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er tann sami sum í fjør.

Útflutningurin fyrsta ársfjórðing í ár var væl minni enn í fjør. Vit útfluttu fyri 2,2 mia. í fjør og fyri 1,8 mia. í ár.
Tað er serliga uppsjóvar sløgini makrelur og sild, sum vit hava útflutt minni av, meðan útflutningurin av svartkjafti er eitt sindur hægri.

Í nøgd er samlaða minkingin av hesum fiskasløgum útvið 40%, og virðið er minka góð 50 %.

Virðið av útflutta laksinum er eisini minkað, hóast nøgdin er eitt sindur hægri enn í fjør.

Dagførd og útgreinað hagtøl um innflutningin og útflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.