24.FO
Home Fólk & Samfelag Kitty May sigur erligt frá sínum lívi: - Eg misti fótafestið

Kitty May sigur erligt frá sínum lívi: – Eg misti fótafestið

Hóskvøldið 24. november verður áhugaverdur fyrilestur á Viðareiði.

VIÐAREIÐI: “Eg eiti Kitty May, og eg eri alkoholikari!”

Tá kemur nýklakti rithøvundurin, Kitty May Ellefsen úr Havn at halda fyrilestur um nýggju bókina og eitt lív, har hon var bundin at rúsdrekka.

Hon fer at greiða frá lívi sínum, og hvussu henda misnýtslan setti sín dám á gerandisdagin. Hetta hevur hon eisini skrivað um í nýggju bók síni “Frá Reyðvíni til Marathon”, sum eisini fæst til keyps hetta kvøldið.

– Hetta er ein persónlig søga um tað at missa fótafestið í lívinum, og at finna

tað aftur, fyri síðani at fáa eitt betri lív, sigur Kitty May, sum gleðir seg at koma til Viðareiðis at siga frá.

Tiltakið byrjar klokkan 19:30, og verður í skúlanum á Viðareiði.

Nevnast kann, at høvi verður at seta fram spurningar til Kitty May. Høvið verður eisini at keypa bókina eftir fyrilesturin.

Aftaná fyrilesturin, sum varir í ein góðan tíma, verður ein drekkamunnur at fáa.

- Advertisment -

Most Popular

MAKRELURIN STÓRA ÁVIRKAN Á VISTSKIPANINA – grein frá 2015

Fleiri norskir granskarar bera ótta fyri stóra makrelstovninun. Teir vísa á at hann ávirkar alla føðiketuna og neyðugt er at fiska nógv meira av...

Føroyar og USA styrkja samstarvið

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur í dag havt fund við amerikanska uttanríkisráðharran Mike Pompeo. Undir fundinum fegnaðust teir um góðu...

Eldur í bili í tunnilinum

Í kvøld umleið klokkan 20.30 kom eldur í ein bil í var á veg gjøgnum tunnilin millum Árnafjørð og Klaksvík. Nógvur roykur er frá...

Kommunuætlan til hoyringar

Kommunuætlanin fyri Tórshavnar kommunu árini 2020-2035 er til hoyringar, og tað er hon til 10. august í ár. Uppskotið til kommunuætlan ber til at lesa...

Seneste kommentarer