14 C
Munich
torsdag, oktober 21, 2021

Harður pakki við bleytum innhaldi

Fólkaflokkurin

Must read

Uppskot til nýggja stevnuskrá var lagt fyri landsfundin hjá Fólkaflokkinum um vikuskiftið, og hon var sera væl móttikin. 

Seinasta árið hevur Fólkaflokkurin arbeitt við uppskoti til nýggja stevnuskrá fyri flokkin. Fyri at tryggja, at stevnuskráin hevur jørðildi í øllum baklandinum, hava fundir verið í øllum limafeløgnum. Út frá hesum var uppskot skrivað, sum eisini hevur verið til ummælis í limafeløgum. 

Á fjølmenta landsfundinum vóru nógv, ung sum eldri, ið tóku orðið eftir framløguna av uppskotinum. Nøgdsemi var somikið stórt, at avgjørt var, at nú verður síðsta hond løgd á uppskotið og síðan verður stevnuskráin løgd fyri Floksleiðsluna. Í Fólkaflokkinum er Floksleiðslan hægsti myndugleikin. Ein leiðsla, har øll limafeløg eru umboða, eisini HUXA – fólkafloksungdómur. 

Grundhugsjónin er tann sama, men nýggja stevnuskráin er meira nútímans. Fólkaflokkurin er framvegis ein borgarligur vinnulívsflokkur og ein tjóðskaparflokkur.  Uppskotið til nýggja stevnuskrá leggur dent á tryggar og varandi karmar fyri vinnulívið, men hevur eisini nógv um øll tey, sum arbeiða. Trivnaður og umhvørvi verða raðfest og arbeiðsmarknaðurin skal verða mennandi, tryggur og fevnandi. 

Nýggja skráin leggur eisini dent á útbúgving, mentan og umsorgan. Hon kann av røttum kallast ein harður pakki við bleytum innihaldi. 

ntandi verður nýggja stevnuskráin hjá Fólkaflokkinum samtykt í næstum. Ein flokkur, sum er ein borgarligur, sosialur og liberalur tjóðskaparflokkur. 

- Advertisement -spot_img

More articles

- Advertisement -spot_img

Latest article

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.