Home Tíðindir Innflutt 160 mió. minni í olju og 200 mió. meir í maskinútgerð

Innflutt 160 mió. minni í olju og 200 mió. meir í maskinútgerð

by OML

Innflutningurin fyrstu 3 árfjórðingarnar í ár er vaksin 255 mió. kr. og er nú 4,7 mia. kr., sum er 6% meir enn sama tíðarskeið í fjør.

Innflutningurin av maskinum og amboðum er vaksin við einari helvt ella 200 mió. kr. Hinvegin hava vit innflutt fyri ein fjórðing minni av olju. Tað er ein minking á 160 mió.

Byggivinnan hevur innflutt væl meir av tilfarið. Har er ein vøkstur á 17%, meðan annar ídnaður hevur keypt tilfar fyri 5% meir enn í fjør.

Innflutningurin av akførum er vaksin nógv seinnu árini, og tað mesta nakrantíð var í 2015, tá hann var 380 mió. kr. fyri alt árið. Hóast hetta er aftur í ár vøkstur í innflutninginum av akførum. Seinast innflutningurin av akførum var í hæddini var í 2007, tá vit innfluttu fyri 360 mió. kr. Síðan minkaði tað heilt niður í góðar 90 mió. kr. uppá 2 ár. Men eftir 2009 er tað aftur vaksið á hvørjum árið.

Húsarhaldsinnflutningurin nústani størri enn í 2007  

Um vit samanbera tann partin av innflutninginum, sum er rávøra og tilfar til vinnuna, og tann partin, sum er vøra ætlað til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, síggja vit, at í báðum bólkum er vøkstur fram til 2007, men síðani var minking eftir fíggjarkreppuna í eini 2 ár, til tað aftur fer at vaksa.

Men stórur munur er á gongdini, tí frá 2009 er vøksturin munandi størri fyri vinnuliga partin samanborið við húsarhaldspartin. Longu í 2012 innflyta vit rávøru og tilfar fyri meir enn innflutt varð fyri í 2007, meðan hetta ikki hendir fyri húsarhaldini fyrr enn í fjør.

Av tí at tað eisini hevur verið prísvøkstur hesi seinastu 10 árini, er tí reelt helst talan um fyri húsarhaldini, at vit framvegis ikki eru komin á hædd við innflutningin í 2007.

Innflutningurin dagførdur og útgreinaður er at finna í hagtalsgrunninum her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.