Home Tíðindir Atlantic Airways heldur fram við trimum Airbus

Atlantic Airways heldur fram við trimum Airbus

by OML

Atlantic Airways hevur slept ætlanunum um eitt minni flogfar til NORÐ-ruturnar. Leiðslan í flogfelagnum grundar avgerðina á eina heildarmeting, sum m.a. tekur støði í alsamt hækkandi ferðafólkatølum 

Hækkandi ferðafólkatøl eru ein orsøk til, at Atlantic Airways endaliga hevur slept ætlanunum um eitt minni flogfar til NORÐ-ruturnar.

Avgerðin er grundað á eina heildarmeting, sum m.a. eisini tekur støði í, at stundvísið, reglusemið og kundanøgdsemið eru økt munandi við Airbus flogførunum. Harumframt eru ábendingar um framhaldandi vøkstur komandi árini, og tørvurin á flogsetrum fer harvið at økjast.

– Tørvur er á trimum stórum flogførum fyri at veita eina nøktandi tænastu. Vøksturin á heimamarknaðinum hevur sostatt havt við sær, at vit halda fast um trý Airbus flogfør og sleppa ætlanunum um eitt minni flogfar til NORÐ-ruturnar, staðfestir Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Í fyrstu atløgu verður talan um tvey Airbus 319 og eitt Airbus 320, sum Atlantic Airways hevur keypt, og sum kemur í flotan í desember í ár. Airbus flogførini hóska væl til rutuflúgvingina við framkomnari RNP tøknifrøði, og harvið eru tey eisini áhugaverd hjá ferðaskrivstovum og øðrum at leiga frá føroyska flogfelagnum, tá pláss er fyri tí.

Atlantic Airways raðfestir rutuflúgvingina fremst sambært nýggju kósini, sum hevði við sær bíligari flogferðir, og tann orka og tað pláss, sum leypir av rutuflúgvingini, kann brúkast til leiguflúgving fyri at fáa sum mest burtur úr flogkapasitetinum og harvið økja um lønsemið.

Tó at tørvur er á trimum flogførum, tá nógv rutuflúgving er í háárstíð, so er eisini avlopskapasitetur í skipanini – serstakliga í lágárstíð. Tað hevur stóran týdning fyri flogfelagið at fáa inntøkur fyri avlopskapasitetin, uttan at tað nervar rutuflúgvingina.

– Leiguvirksemið skal skipast miðvíst, so at tað ikki nervar rutuflúgvingina, og ein liður í hesum er at fáa til vega eina altjóða góðkenning, sum økir møguleikarnar fyri haldgóðum leigusáttmálum, vísir Jóhanna á Bergi á.

Stjórin sipar her til IOSA-gókenningina, sum er ein altjóða góðkenning á leigumarknaðinum, ið kann lata hurðarnar upp fyri meira miðvísum leiguvirksemi við síðuna av rutuflúgvingini.

30.000 fleiri ferðafólk flugu við Atlantic Airways í 2015 sammett við 2014, og tað svarar til eina vøkstur á 13 prosent. Higartil í ár hevur framgongdin verið átta prosent.

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.