Home Fólk & SamfelagPolitikkur Ungt Sjálvstýri á vitjan hjá danska systurfelagnum.

Ungt Sjálvstýri á vitjan hjá danska systurfelagnum.

by OML

Tróndur Ellingsgaard og Birgit Sivertsen úr Ungt Sjálvstýri vóru í gjár á einum áhugaverdum og spennandi fundi við Victor Boysen, formaður í danska systurfelagnum Radikal Ungdom, og Alexander Bjørn Jensen, framsøgufólk innan menta-, rættar- og etisk mál í ungmannafelagnum.

Høvuðsendamálið á fundinum var at seta hol á eitt samstarv millum sosialliberalistisku ungmannafeløgini í ríkisfelagsskapinum; Radikal Ungdom úr Danmark, Demokraterne Ungdom úr Grønlandi og Ungt Sjálvstýri úr Føroyum. Eitt av fyrstu átøkunum í samstarvinum er at seta hol á eina tilgongd, sum hevur til endamáls at útgreina hvørji ynski tey ymsu londini hava til framtíðar samstarvi í ríkisfelagsskapinum. Ungt Sjálvstýri legði upp til, at farið verður í holt við at gera eina greiða ætlan og mannagongd yvir, hvussu ein loysingartilgongd skal skipast, og hvørjar avleiðingar ein framtíðar loysing vil hava á Føroyar og Danmark.

Á fundinum bleiv avrátt, at feløgini hvør í sínum lagið seta arbeiðsbólkar, sum saman koma fram til eina felags skipaða tilgongd, soleiðis at ein greið loysingartilgongd kann blíva fastløgd.

Ungt Sjálvstýri sær við spenningi fram til samstarvi, og vónar, at hetta kann vera við til, at fáa lagda eina ítøkiliga ætlan, yvir hvussu Føroyar kunnu skipast sum sjálvstøðug tjóð.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.