24.FO
Home Fólk & Samfelag Skulu Øll almenn arbeiðspláss eisini á uppboðssølu ?

Skulu Øll almenn arbeiðspláss eisini á uppboðssølu ?

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Løgtingskvinna

Um almenn arbeiðspláss skuldu á uppboðssølu, tá høvdu vit hoyrt herróp og mótmælisgongur við karamellueskjum.  Tað ber ikki til, tí soleiðis kann eitt vælvirkandi samfelag ikki virka. Eri samd í hesum, tí hetta ber ikki til.

Á sama hátt inntil fyri stuttari tíð síðan,  hevði heldur ongin  hugflog at hugsa, at arbeiðsplássini hjá fiskimanninum fóru at blíva seld á eini uppboðssølu. Men hetta ætlar reyða samgongan at broyta nú. Um tað gongur sum tey ætla, so fara arbeiðspláss í fiskivinnuni í framtíðina at blíva seld á eini uppboðssølu.

Tað er púra vist, at ger samgongan tað uppboðssølu,  sum tey lovaðu áðrenn valið, so verður kaos. Okkara høvuðsvinna og við henni alt samfelagið verður koyrt út í eina stóra óvissu.

Elsebeth-2016KlaksvíkHvussu við arbeiðsplássunum  umborð á fiskiskipum okkara ?  Um onkur bjóðar hægri  á uppboðssøluni,  so missa nógvir fiskimenn sítt arbeiði og gerast kanska arbeiðsleysir. Hvussu leingi vita teir ikki. Kanska 1 ár, kanska 2 ár, kanska longri;

Fara fíggingastovnar at veita lán  til sjómenn til evt húsabygging,  har so stórur ótryggleiki valdar um framtíðar arbeiðsplássini hjá teimum ?

Hvussu við  rættvísiskensluni  hjá sitandi samgongu ? Vilja tey standa model til, at munur verður gjørdur á arbeiðsfólki. Almennu arbeiðsplássini eru stundum  ein “lívstrygging” , meðan arbeiðsplássini í okkara høvuðsvinnu,  við uppboðssøluni,  verða koyrd út í eina óvissu.

Livst so spyrst.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingskvinna

- Advertisment -

Most Popular

Húsarhaldsskúlin

Tað verður sera vakurt og hugnaligt at búgva í Klaksvík tá lív kemur í miðbýin og lív kemur kring Húsarhaldsskúlan. Sum myndin vísur so...

Rentan á orku- og elbillánum lækkar niður í 1,75 %

Frá 1. oktober 2020 lækkar rentan á orku- og elbillánum niður í 1,75%. Ítøkiliga merkir hetta, at eitt húsarhald, sum hevur lán til ein...

Børn og ung skulu hava frítíðarkort

 Vit vilja raðfesta børn og ung, gera tað lættari hjá øllum at gerast partur av frítíðarlívinum í kommununi og samstundis geva ein fíggarligan lætta...

Millum korona og pakkaloysnir í høvuðsstaðnum

Tíðargrein Óli M. Lassen, siviløkonomur Eg veri oftani spurdur um vit ikki skjótt fáa afturgongd í búskapinum og kemur ikki ein kreppa ?. Útsagnir sum...

Seneste kommentarer