Home Heim & Frítíð Altjóða Guðstænasta

Altjóða Guðstænasta

by OML

Nú sunnudagin verður Guðstænasta á enskum máli í Christianskirkjuni. English version below.

Sunnudagin 6. desember klokkan 15.00 verður altjóða guðstænasta í Christianskirkjuni í Klaksvík. Christianskirkjan og Marjun Lómaklett, prestur hevur tikið stig til guðstænastuna, sum fyrst og fremst er tilætlað fólkum av útlendskum uppruna. Øll eru tó hjartaliga vælkomin, bæði til guðstænastuna og hugnaløtu í kirkjukjallaranum aftaná.

Klaksvíkar kommuna samtykti í november 2014 ein Integratiónspolitikk, sum eitt nú varpar ljós á, at føroyska málið er ein avgerandi fortreyt fyri góða integratión, men ofta duga tilflytarar ikki at lesa ella skilja føroyskt, fyrstu tíðina, teir eru í Føroyum. Tí hevur tað góðan týdning fyri integratiónina, at samskifti og tiltøk við hvørt ganga fyri seg á enskum, tí hetta gevur teimum, ið ikki skilja føroyskt, ein møguleika fyri at taka lut á jøvnum føti.

English version:

This Sunday, December 6th at 3 PM, there will be an international service in the Christians Church in Klaksvík. Pastor Marjun Lómaklett is arranging the service, which is intended foreigners in Klaksvík, eventhough everyone is welcome. After the service there will be a get-together in the Church.

In November 2014, Klaksvíkar kommuna passed an Integration-policy. One of the key-points in this is that the Faroese language is of great importance regarding integration. And as foreigners seldom understand Faroese in the beginning of their residency, arrangements and communication in english is good for the integrations-process, as it gives these newcomers an opportunity to take part in society on more equal terms.

Kelda: Klaksvik.fo 02-12-2015

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.