Home Fólk & Samfelag Umboð fyri amerikonsku sendistovuna á vitjan 

Umboð fyri amerikonsku sendistovuna á vitjan 

by OML

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu var í dag vertur fyri fundi við Stephen Wheeler, umboð fyri amerikonsku sendistovuna í Keypmannahavn.

Amerikanska sendistovan í Keypmannahavn hevur víst áhuga fyri Klaksvík, bæði í mun til vinnulívið og virksemið í býnum annars, og á fundinum greiddi borgarstjórin frá stóru menningini, sum hevur verið í Klaksvíkar kommunu seinastu árini, eitt nú fíggjarliga, men eisini í mun til fólkatal og vinnuvirksemi.

Stephen Wheeler frá amerikonsku sendistovuni vísti kommununi stóran áhuga, og eftir vitjanina í Býráðshúsinum vitjaði hann eisini fleiri onnur støð í Klaksvík.

Kelda: Klaksvik.fo 02-12-2015

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.