Home Fólk & SamfelagLesarin skrivar Serliga eftirlønarskipan til sjómenn

Serliga eftirlønarskipan til sjómenn

by OML

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri fólkaflokkin hevur lagt fram á ting upp­skot til samtyktar um serliga eftirlønarskipan til sjómenn og onnur sum vegna slit ikki megna at verða á arbeiðsmarknaðinum, til tey eru 67 ára gomul.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vísir á, at ein bólkur í samfelagnum, sum lítið hoyrist til, og sum er dottin niðurímillum, er sjómenn okkara, sum frá ungum árum, ja heilt frá 14 ára aldri fóru til skips við fiskiskipum okkara, og sum, áðrenn teir eru komnir til pensjónsaldur, eru útslitnir og kunnu tí ikki sigla meir. Sjálvt um hesir menn heldur enn fegnir framhaldandi vildu verið til skips, er hetta ógjørligt, tí teir, orsakað av heilsuávum, ikki fáa bláu bók, sum krevst fyri at sleppa at mynstra.

Hesir menn hava heldur ikki, sum ávísir aðrir yrkisbólkar, havt møguleikan at spart sær upp til pensjón. Inntøkugrundarlagið hevur mangan verið svikaligt av orsøkum, sum tann einstaki sjómaðurin einki kann hava gjørt við, og tí hevur ikki verið møguligt at spart upp til pensjón.

Tá hugsað verður um, at hesir menn hava lagt lunnar undir okkara vælferðarsamfelag, skyldar samfelagið teimum betri sømdir, tá yrkisleið teirra á sjónum er liðug, og tá teir vegna slit og av øðrum heilsu trupulleikum ikki orka meira. Teir eru heilt einfalt útslitnir, og so nógv plágaðir av arbeiðsskaðum, at teir ikki megna at vera á arbeiðsmarknaðinum, til teir eru 67 ára gamlir.

Í Føroyum hevur nú í nógv ár verið arbeitt við at seta eina nýggja eftirlønarskipan í verk, men arbeiðið er ikki komið á mál enn, og tað fer helst at ganga ein tíð afturat, áðrenn vit fáa eina nýggja og dagførda pensjónsskipan. Tí verður hetta uppskot til samtyktar sett fram um at heita á landsstýrið um at fyrireika eina serliga eftirlønarskipan fyri sjómenn, fiski- og útróðrarmenn, arbeiðsfólk innan fiskivinnuna og onnur, sum hava havt hart arbeiði, eitt nú kvinnur innan røktararbeiði, sum eru raktar av arbeiðssliti og ikki eru arbeiðsførar heilt fram til pensjónsaldurin. Ætlanin er, at hetta skal verða ein yvirgangs skipan, til pensjóns­­nýskipanin, sum eisini umfatar hesar borgararnar, verður sett í verk. Í staðin fyri fyri­tíðar­pensjón eiga hesir borgarar at fáa fólkapensjón frá t.d. 60 ára aldri. Vísast kann á, at í Íslandi, sum vit kunnu samanbera okkum við, tá talan er um arbeiði á sjónum, er ein serlig sjómanna pensjón, sum kann geva sjófólkum full pensjónsrættindi aftan á 60 ára aldur undir nærri ásettum treytum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna, m.a. í viðmerkingunum til uppskotið.

Á Løgtingi, tann 12. november 2015

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.