Home Tíðindir Skattalækking og framburður

Skattalækking og framburður

by OML

Í kvøld samtykti býráðið einmælt fíggjarætlanina fyri 2016. Eftir uppskotið frá meirilutanum, varð samtykt at lækka skattaprosentið við 1,25%. Harafturat verður tað enn bíligari at hava børn á dagstovnaøkinum, og samtykt er at halda áfram við bussleiðini.

Fyri fíggjarárið 2016 eru avsettar 40 milliónir krónir til íløgur, har størsta einsataka íløgan er í skúlabyggingina á Skúlatrøð. Umframt hetta verða vegirnir uppraðfestir og 2,2 milliónir krónur eru avsettar til nýggjan mentanarpall, ið eftir ætlan skal verða á Posthúsinum.
Umframt samtyktu fíggjarætlanina verða stórar íløgur gjørdar á ítróttarøkinum, ið eftir ætlan verður útgreinað fyrst í komandi ári. Arbeiðið við Bláa Skýlinum og Rennibreytini heldur áfram komandi ár.
Býráðið hevur raðfest, at vit í góðum tíðum skulu gjalda skuld aftur, og eru avsettar 9,8 milliónir til afturrindan av skuld.
Fíggjarliga grundarlagið undir kommununi er tryggjað at standa ímóti verri tíðum.

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri
Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri
Óluva Klettskarð
Signhild V. Johannesen
Kristian Eli Zachariassen
Jóhann Lützen

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.