Um 2.000 túsund størv horvin í fiski- & flakavinnuni

1514

Frá 2004 til 2013 eru 1.812 færri størv í fiskivinnu og flakavinnuni. Meðan tað í alivinnuni einans eru skapt 350 arbeiðspláss hetta tíðarskeiðið.

Sjálvt um tað er framgongd innan lønarbólkin ali- og kryvjivirki so er talan um eitt samlað fall av løntakarum í vinnugreinunum  Fiskiskapur, Fiskavøruídnaður og aling og kryvjivirki gjøgnum 10 ár uppá 1.462 ársverk.

Fleiri búskaparfrøðingar vilja siga hetta er sunt og at vinnan hevur effektivisera seg vit eru komin fram á leið og er øking í øðrum vinnugreinum v.m. Um hetta er heilt rætt veit eg ikki. Men Hendrik Old segði í løgtinginum nakað soleiðis at landskassanum tørvaði 100 tals milliónir krónur og var hetta orsaka av lítlari tilgongd av botnfiski til fiskavirkini. Hetta meti eg er nærri sannleikanum enn so nógv annað sum verður sagt. Vit hava á 24.fo víst á,  í grein hjá Frank Davidsen at skattainntøkur og MVG inntøkur mestsum standa í stað.

112 sjómenn úr fiskivinnuni um árið

Samstundis sum tað eru farin 1.223 fólk úr fiskivinnuni vita vit at tað eisini eru omanfyri 1.000 fólk arbeiðsleys. So tað eru ikki nýggjar vinnur ið hesi fólk kunnu fara til sum tað sær út í dag.

Ein kann spyrja hví eru hesi ALS ikki tøk hjá fiskivinnuni nú hýrur og fiskaprísir hækka. Sum flest øll vita,  so eru tað fleiri skip ið liggja og sum ikki sleppa til fiskarí tí tey verða ikki mannað.

 

181 fólk úr Fiskivinnu  og flakavinnuni um árið

Tað at tað eru 1.812 fólk færri í fiski- og flakavinnuni á landi sæst sjálvandi aftur í búskapinum, tó at 350 av hesum kunnu hava fingið starv í ali- & krivjivirkjum, so er tað ein sannroynd at 1.462 løntakarar færri í hesum trimum vinnugreinum føra til færri inntøkur til landskassan tí virksemið í avleiddum vinnum lækkar.

Tá fyrr so týðandi vinnur skrambla saman, so ferð hetta eisini at merkja minni kapping millum fiskakeypararnar møguliga minni innovatión á virkjunum eisini og verri úrtøku til sjómannin. Men tað sum er mest álvarsamt í hesum er,  at um tað framhaldandi fara omanfyri 100 sjómenn úr fiskivinnuni um árið,  so er tilgongdin til maritima økið so lítil at okkara støða sum maritimt land er í vanda og harvið missa vit risa inntøkur tíð færri verða at fara við føroysku skipunum ella til Noregs ella onnur lond at fiska ella at arbeiða í frálandavinnuni.   Heldur hendan ónatúrliga gongdin fram so fer at svíða onkustaðni. Sjálvt teir borgarligu í USA funnu útav at neyðugt var at stuðla bilídnaðinum í USA um hesin ídnaður ikki skuldi fara fyri bakka.  Tað er lætt at ganga í høvuðsstaðnum og tosa um útróðrarmannin og fiskimannin meðan hesar vinnugreinar fella fullkomiliga saman í tosinum um eigaraform og tilfeingisgjøld, tað er onkur ið hevur sovið í tímanum og at skylda uppá landsstýrisfólk er royn undanførsla. Tá man hevur gloymt at man hevur lóggevandi valdið,  tá er illa stætt í einum demokratiið.