Home VinnutíðindiFiskivinna Viberg Sørensen setti gongd á Makrelavintýrið

Viberg Sørensen setti gongd á Makrelavintýrið

by OML

Tað var reiðarafelagið sum setti gongd á alla tilgongd at fáa okkum nýggj makrel rættindi. Hetta var gjørt av formanninum í Føroya Reiðarafelag Viberg Sørensen og Árni M. Dam, skrivara í Reiðarafelagnum. Dagliga leiðslan í Reiðarafelagið arbeiddi eisini við at hetta skuldi koma øllum reiðaríum / skipabólkum tilgóðar – tað var jú kreppa hjá fleiri reiðaríum.

Tað er hugaligt, at vit nú loksins fáa innlit í parta av okkara vinnusøgu. Hetta er tað stórstað nýbrot í føroyskari fiskivinnusøgu at vit fóru frá bert at fiska eini 15.000 tons til 18.000 tons av makreli gjøgnum millumlanda avtalur, til at fiska 150.000 tons undir  Føroyum sum vit einvegis ásettu okkum. Hetta førdi til at vit samstundis hava bygd trý nýmótans uppisjóðarvirkir. Hetta er eitt týðandi og slóðbrótandi arbeiði í vinnan og framskygd fólk í reiðarafelagnum hava slóða fyri. Hetta er ein týðandi súla undir okkara búskapi og ein nýggja vinnan, nevniliga framleiðsla av uppisjóarfiskið á landi. Hetta ein sólskinssøga.

Ein dagin eg var inni hjá Reiðarafelagnum í 2009 segði formaðurin í Reiðarafelagnum við meg “at vit mugu fara at fiska makrel”, eg segði við Viberg er nógvur makrelur undir Føroyum og hann svaraði, at tað var sera nógvur makrelur undir Føroyum. Hetta var púra nýtt fyri mær og eins og so nógvum øðrum.  Tí var tað einki minni enn eitt bragd, tað sum teir í Reiðara-felagnum megnaðu, nevniliga at sannføra politiska mynduleikan um, at vit sjálvir skuldu áseta okkum eina stóra makrelkvotu inni hjá okkum sjálvum og leysir av øllum øðrum. Bæði Noreg, Íslandi og EU. Hetta kravdi stórt áræði.

Aðalfundur í Reiðarafelagnum Her er mynd av nevndini: Óli M. Lassen eykalimur fyri Johannus M. Olsen

Árni M. Dam vísir í hoyringsskrivinum til Vinnunevndina á, at reiðarin og skiparin úr Klaksvík Kristian Martin Rasmussen, var góður í ráðum tá teir arbeiddu við at gera framløguna og greina ferðingarmynstrið hjá uppisjóðarstovnunum o.a. .

Árni M. Dam sigur eisini at Jacob Vestergaard stóð stinnur tá hart leikaði á, og tað eigur hann rós uppiborið fyri. Eisini var næstformaðurin í Føroya Reiðarafelag Jósvein Knudsen, sáli, sera áhugaður í hesum arbeiði og var hann ein hollur stuðul hjá Viberg sigur Árni M. Dam í viðtalu við 24.fo .

Hetta skrivar Árni M. Dam – Á Facebook 24.fo hevur fingið loyvi at endurgeva tað her.

Brot úr framløguni:

Um vit føroyingar halda okkum eiga rætt til meira tilfeingi enn okkum er tilluta so er alneyðugt at gera arbeiði fyri at vísa á, at so er.

Vit er noyddir at verða so væl fyrireikir til samráðingarnar at vit tosa til sunna fornuft, hjá pørtunum vit hava avtalu við.

Um tað ikki røkkur, eru vit noydd til at takað orðatakið hjá oljuvinnuni til okkum, ið sigur: 

“The only way to find oil is by drilling”

 

Grein løgd út av: Óli M. Lassen, reiðari & ábyrgdarstjóri á 24.fo

Makrelframløgan viðløgd niðast í hesi grein.

Viberg Sørensen hevur givið mær loyvi til at viðhefta framløguna her, og er tað einastu ferða at framløgan er úti alment.  Árni M. Dam

Árni M. Dam skrivar

Havi akkurát lurta eftir sendingini “prát við Jacob Vestergaard” í Metis frá 07-11-2017, har Jacob tosar um byrjanina uppá stríði um makrelin.

Eg vil bara rætta Jacob Vestergaard, tá hann segði at stríði byrjaði við “Norður konponentinnum”. Tað arbeiði sum Viberg Sørensen setti í gongd í apríl 2009, hevði einki við Norður komponentin at gera. Norður komponentin var bara ein tvistur millum Norra og Føroyar. Og sum í besta fall hevði givið okkum nøkur fá 1.000 tons afturat, at Embætisverki hjá Jacob Vestergaard arbeiddi við at fáa størri part av hesum, vistu vit ikki av fyrr enn seinri.

Tað Viberg Sørensen tók avgerð um, var at vit skuldu hava meira í sjálvari strandalanda avtaluni, og tað var eisini tað alt arbeiði bygdi á.

Seinast í juni 2009, ella uml. 2½ mðr. eftir at arbeiði byrjaði, sótu eg og Viberg og gjøgnumgingu framløguna, tá vit síggja at Jacob Vestergaard kemur gangandi fram við Reiðarafelagnum ávegis út í Tinganes, og Viberg letur eitt vindeyga upp, og rópar á Jacob, og biður hann koma innar. Tað var fyrstu ferð at Jacob Vestergaard, fekk innlit í tað arbeiði, sum vit høvdu gjørt í Reiðarafelagnum.

Jacob Vestergaard bleiv sera áhugaður í hesum og uml. Tvær vikur seinri kom hann aftur við embætismonnunumog tá minnist eg, at Viberg segði, tá hann beyð teimum vælkomnar – at vit báðir høvdu gjørt ein frakka til teirra at verða í, tá samráðingar einaferð fóru at byrja aftur, tí tað var lívsviktugt at verða væl ílatin. Tá teir høvdu sæð tað, sum var víst teimum, vóru ongar viðmerkingar, bara spyrjandi eygnakøst. Tá vit seinri í ólavsøkuvikuni fóru á Havstovuna og høvdu eina framløgu har. Einasta viðmerkingin teir høvdu var at framløgan var ov long – og arbeitt bleiv við at stytta framløguna fram til framløgudagin 17 august 2009, og vit fingu stytt framløguna, uttan at broyta boðskapin, úr 100 síðum niður í 65. Áðrenn vit fóru avstað aftur av Havstovuni spurdi Viberg, um teir nú meintu at vit áttu meira av makreli, og hann fekk svarið, ja eini 2% meira.

Viberg Sørensen hevur givið mær loyvi til at viðhefta framløguna her, og er tað einastu ferða at framløgan er úti alment.

Eg haldi, at Viberg Sørensen bleiv marginaliseraður í samrøðuni, tí tað er fyrst og fremst honum at takka fyri, at kravið um meira makrel kom ílag.

Jacob Vestergaard skal hava rós fyri, at hann stóð sterkur við kravinum um meira makrel, men tað sum hendi aftaná, at makrel stríðið var av, er ein katastrofa.

At enda í samrøðuni við Metis, sigur Jacob Vestergaard – orða rætt endurgivið:
Sitat byrjar: “Soleiðis sum bygnaðurin bleiv í føroysku fiskivinnuni, Eg haldi tað er gott. Eg havi hildið, at tíðin mest sum er farin frá, sum man kanska rør aftur eftir nú, at ogir hava smá feløg, har einstaklingar taka seg saman og fara at keypa sær skip og fara at fiska, tað var gott tann tíð tað var, men eg haldi vit eru komin víðari, ogir noyðast at hava feløg nú, sum hava – kann man siga – hava bein í teimum ymisku sektorunum í fiskivinnuni undir Føroyum, pelagiska, kanska rækjur og Barentshavinum, bara fyri at nevna tað, línuskip, trolarar. Soleiðis at feløgini sjálvi hava eina ávísa stødd, kunnu flyta ímillum, tá tað gongur gott i einum sektori til ein annan sektor”. Sitat enda

Eg skilji tað sum, at tað er liðugt við nýggjum spírum, nú skulu teir útvaldu gera arbeiði ferdugt.

Tað undrar meg ikki, um hesi orðini renna kalt niður eftir rygginum hjá nógvum. Tí hettar ger meg sterkari í trúnni, at tað ikki hevur verið nøkur tilfeldigheit, at so nógv feløg eru endaði í føvninginum á Nóta- og Barentshavs feløgunum, umframt tey sum máttu steðga, Eisini eftir at Føroyar fingu nógv nýtt tilfeingið.

Tey sum vilja vita meira hví eg sigi hettar – kunnu lesa frágreiðingina eg legði út 2. Nov. Her á FB síðuni, undir – millum annað – yvirskriftini “tilætla ella tilvildarlig stýring av fiskivinnuni”.

Les framløguna her sum pdf fíl ella sum Power Point framløgu:

090817_makrel

090817_makrelPP

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.