24.FO
Home Fólk & Samfelag Ongir pengar úr Kollafirði til Hollands

Ongir pengar úr Kollafirði til Hollands

Síggi, at SU, sum er ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum, harmast um politisku støðuna. Men tað sum skriva um at pengar verða fluttir til Hollands, er ódokumenteraður pástandur, sum harumframt er skeivur.

Eivind Jacobsen

Havi ómaka mær at leita í teimum roknskapum sum eg dugi at finna. Eisini í útlendskum roknskapi, sum eg eisini dugi at finna. Út frá øllum hesum roknskapum, er rættuliga skotsikkurt, at ongin króna er farin til Hollands. Tað sæst ongastaðni at ein króna er útgoldin í vinningsbýti.

Tað er bara ein roknskapur, sum eg ikki fái fatur á nú eitt sunnukvøld. Men havi roynt at krostjekka við hinar roknskapirnar og eri í øllum so mikið vísur í hesum, at eg tori at pástanda at har heldur ikki eru pengar fluttir til Hollands.

Tí vildi tað verið ynskiligt at tey sum í tíð og ótíð pástanda at pengar fara av landinum til Hollands dokumentera sín pástand.

Annars kann upplýsast, at tað er 99% sikkurt, at avleiðingin av fyriliggjandi uppskoti er at meginparturin av veiðuni verður avreiddur í Kollafirði og uttanlanda.

Eivind Jacobsen
Strendur

P.S. Sum ískoytisupplýsing kann eg nevna, nú eg allíkaval hyggi eftir roknskapum, so er tað soleiðis at skipini fíggja pelagisku virkini á Tvøroyri og tað í Fuglafirði. Virkið í Kollafirði hevur atgongd til pengar. Tað hava tey “Føroysku” ikki. Sambært uppskoti til fiskivinnunýskipan, skal alt avlop takast frá skipunum, og so er eingin at fíggja virkið í Fuglafirði og á Tvøroyri. Óvæntaða gongdin í sildaprísinum betrar ikki um hugin at fíggja.
Um fiskivinnu-nýskipanin verður samtykt, so er tað ein logiskur konsekvensur, at virkið í Kollafirði, sum bara tekur móti viðfáningi av samlaðu nøgdini, keypur alt, sum verður selt á uppboðssøluni, meðan hini bæði virkini onki fáa, tí tey sambært roknskapinum, hava ikki ráð at gjalda. (tann sum ikki hevur ráð at eiga fisk á goymslu, fær altíð undirprís fyri sína vøru)

- Advertisment -

Most Popular

Rentan á orku- og elbillánum lækkar niður í 1,75 %

Frá 1. oktober 2020 lækkar rentan á orku- og elbillánum niður í 1,75%. Ítøkiliga merkir hetta, at eitt húsarhald, sum hevur lán til ein...

Børn og ung skulu hava frítíðarkort

 Vit vilja raðfesta børn og ung, gera tað lættari hjá øllum at gerast partur av frítíðarlívinum í kommununi og samstundis geva ein fíggarligan lætta...

Millum korona og pakkaloysnir í høvuðsstaðnum

Tíðargrein Óli M. Lassen, siviløkonomur Eg veri oftani spurdur um vit ikki skjótt fáa afturgongd í búskapinum og kemur ikki ein kreppa ?. Útsagnir sum...

Klaksvíkar kommuna og framtíðin

- rakstur, íløgur og langtíðarætlanir  Vinnuligur framburður við treystum íløguhugi í vinnuna hava skapt og skapa framvegis stóra framgongd í Klaksvík. Søgan vísir okkum á...

Seneste kommentarer