24.FO
Home Blog Page 207

Arbeiðsloysið minkar meir og er komið niður á 2,5%

0

Í oktober minkaði árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið niður í 2,5%. Fyrr í ár lá tað javnt um 3% og minkaði so niður 2,5% í september og aftur nú í oktober niður í 2,5%. Hjá monnum er arbeiðsloysið nú 2,0% og hjá kvinnum 3,0%.

Í tali er árstíðarjavnaða arbeiðsloysið minkað úr 803 fólkum í august til 736 í september og 672 í oktober. Tað eru 259 færri enn í oktober í fjør.

Í hagtalsgrunninum eru arbeiðsloysistølini dagførd og útgreinað.

 

Kelda: Hagstova Føroya » 26. november 2015

Føroya Bjór og RFF minna føroyingar á at steðga rúsdrekkakoyring

0

Flestøll venda sær frá rúsdrekkakoyring. Kortini er tað eitt kent fyribrigdi. Tað kann vera langt frá hugburði til atferð. Nú mong hugna sær til jólaborðhaldini kring landið við góðum mati og drekka, kunnu koma støður, har fólk koyra ávirkað.

Eins og í fjør samstarva Føroya Bjór og Ráðið fyri Ferðslutrygd um at byrgja fyri rúsdrekkakoyring. Átakið í ár verður á útvarpsrásum og á internetinum. Fólk verða eggjað til at leggja uppí, um tey varnast, at vinfólk, skyldfólk ella starvsfelagar ætla at koyra ávirkað.

Vís kærleika – legg uppí

Greitt er, at menn í størri mun enn kvinnur koyra við ov høgari promillu. Hetta verður víst við mynd av einum, ið hevur tikið billyklarnar frá vinmanninum. Boðskapurin er, at tað er umsorgan at forða rúsdrekkakoyring; eingin vil sínum vini so illa, at hann koyrir ávirkaður.

Ráðið fyri Ferðslutrygd og Føroya Bjór í samstarvi

“Hóast vit eru veitarar av rúsdrekka, vilja vit taka sosiala ábyrgd. Fyri okkara viðkomandi vóna vit at kunna vera við til at seta ferðslutrygd á dagsskrá. Rúsdrekkakoyring eiga vit altíð at fyribyrgja. Tað halda vit okkum gera væl við hesum samstarvinum við Ráðnum fyri Ferðslutrygd nú annað árið,” sigur Sophus E. Dal Christiansen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Føroya Bjór.

Eisini Ferðslutrygd fegnast um samstarvið: “Føroya Bjór er ein natúrligur samstarvsfelagi, tá tað snýr seg um rúsdrekkakoyring, og vit fegnast mikið um, at tey aftur í ár vilja standa við okkara lið í átakinum,” sigur Brynhild Høgnadóttir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Soleiðis leggja vit uppí

Kanningar vísa, at nógv tey flestu sótu saman við øðrum og drukku, áðrenn tey koyrdu ávirkað. Tað kann tó vera trupult at leggja uppí og steðga einum at seta seg við róðrið. Tí er skilagott at avtala ferðina heim, tá veitslan byrjar, so sleppast kann undan pínligum støðum. Við átakinum vilja Føroya Bjór og Ráðið fyri Ferðslutrygd tí:

  1. ávirka fólk, sum kundu umhugsað at koyrt, tá tey hava smakkað sær á
  2. minna vinfólk, familju og starvsfelagar á at leggja uppí, um onkur ætlar at koyra ávirkað/ur.
  3. gera vart við, at tað er umsorgan at leggja uppí

Sum nakað nýtt eru plakatir tøkar at printa út á rff.fo. Hesar kunnu verða hongdar upp í privatum veitslum og jólaborðhaldum.

Løgreglan ger rúsdrekkakanningar, meðan átakið er.

  1. november 2015

Ráðið fyri Ferðslutrygd

 

Grundupphæddin og viðbótin til viðgerðar í dag

0

Í gjár var uppskot at broyta løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum til fyrstu viðgerð í Løgting. Í uppskotinum verður mælt til, at grundupphæddin hjá fólkapensjónistum lækkar við 580 kr. um mánaðin fyri ein giftan pensjónist. Hetta uppskotið er tengt saman uppskotinum um inngjald í samhaldsfasta, sum eftir ætlan hækkar, soleiðis at útgjaldið úr samhaldsfasta kann hækka við umleið 800 kr. um mánaðin.

Av tí at grundupphæddin er ein skattafrí veiting, meðan samhaldfasti er skattskyldugur, fer henda umlegging at merkja, at fólkapensjónistar fara at hava tað sama eftir um mánaðin sum áðrenn broytingina.

Samstundis er ætlanin við uppskotinum, sum verður til fyrstu viðgerð í dag, at hækka viðbótina við 150 kr. um mánaðin.

Viðbótin verður hækkað soleiðis, at teir pensjónistar, sum einans hava fólkapensjón og samhaldhaldsfasta at liva av, fáa ein fíggjarligan bata. Saman við broytingini, sum varð samtykt fyrr í ár, tá viðbótin hækkaði við 350 kr. um mánaðin, verður viðbótin frá 1. januar 500 kr. hægri um mánaðin, í mun til áðrenn hesar báðar broytingar.

Tvey onnur lógaruppskot hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, eru eisini til fyrstu viðgerð í dag. Talan er um uppskot til lóg um familjuískoyti og uppskot at broyta lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk.

 

Samgongan revsar lesandi

0

Tað hevur aldrin verið góður javnaðarpolitikkur, at tað skal loysa seg at arbeiða og at seta føtur undir egið borð.. Tað sóu vit fyri fýra árum síðani, tá Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin, lækkaði inntøkumarkið niður í 10.000 kr. og lestrarstuðulin var skorin.

Tá borgarliga samgongan tók við fyri fýra árum síðani strongdi HUXA á, at broytingar skuldu gerast so tað loysti seg hjá lesandi at arbeiða. Tá varð botnfrádrátturin hækkaður upp í 65.000 og inntøkumarkið hækkað upp í 20.000.

Hóast gyltu lyftini frá samgonguni undan valinum, so ætlar samgongan nú at revsa tey lesandi.

Lesandi, ið arbeiða, verða nú revsaði við skatti og mótrokning í lestrarstudningi.

Botnfrádrátturin skal lækkast niður í 45.000, sum ger at nógv lesandi fara at rinda meir í skatti.

Harafturat verða lesandi, ið arbeiða við síðurnar av lesnaðinum mótroknaði í lestrarstudninginum.

HUXA vil við hesum mótmæla ætlaðu broytingarnar hjá samgonguni, um at lækka inntøkumarkið fyri hvat tey lesandi kunnu tjena, áðrenn tað verður mótroknað lestrarstuðlinum.

Samgongan lovaði millum annað, at skapa betri karmar til tey lesandi í Føroyum. Við nýggja uppskotinum hjá landsstýriskvinnuni í Mentamálum, versnar støðan hjá teimum lesandi munandi!

Hvussu skulu vit fáa ment lestrarstørv til tey lesandi, men samstundis forða teimum í at arbeiða?

Tað stendur á hjá vinnuni at fáa fólk at arbeiða, men við uppskotinum hjá samgonguni, fer at vera trupult at fáa ung lesandi til arbeiðis, tí inntøkan skal mótroknast lestrarstuðlinum.

Uppskotið rakar serliga tey lesandi hart, sum ikki hava møguleika at búgva heima, meðan tey lesa. Øll vita at bústaðarmøguleikarnir hjá teimum lesandi ikki eru av teimum bestu og kostnaðurin er høgur fyri leigubústaðir í Føroyum. Samgongan vil kanska, at tey ungu heldur skulu binda seg til lestrarlán, heldur enn at fara til arbeiðis?

Tingfólk fyri Javnaðarflokkin hava áður víst á, at lesandi, ið forvinna meir enn 10.000 kr. arbeiða ov nógv. Hevur Javnaðarflokkurin ikki álit á, at lesandi sjálvi kunnu samskipa samspælið millum lesnað og arbeiðið?

Skal samgongan lóggeva fyri hvussu nógv ungfólk sleppa at arbeiða?

Er tað veruliga so at samgongan ætlar at leggja band á persónliga frælsið hjá teimum lesandi?

Er sparingin á 1,5 mió kr., ið landið eftir øllum at døma sparir, ikki er at skjóta spurv við kanónum?

Spurningur er bert um tí, áðrenn Rigmor ger bragdinum hjá Helenu eftir, við at skerja lestrarstuðulin.

Hesin ørskapur má steðgast beinanvegin !

HUXA – Fólkafloksungdómur

Trygdarskeiðið – eitt altjóða krav

0

Ásetingarnar í nýggju kunngerðini um trygdarskeið fyri manningar á fiskiskipum hava verið umrøddar í fjølmiðlunum og fólk hava sett spurnartekin við longdina á komandi skeiðunum, sum er 3 vikur.

Skeiðið er eitt krav til tey, sum fyrstu ferð skulu mynstra við fiskiskipi eftir tann 1. januar 2017. Kravið er ikki galdandi fyri verandi manningar á fiskiskipum.

Sambært lóg um útbúgving av manning á skipum, skulu serskeið skipast, sum eftir altjóða krøvum eru neyðug fyri manningina. Ásetingin viðførur, at hvørja ferð nýggja krøv verða sett til manningarnar um útbúgving ella skeið, skal skúlin kunna veita hesi.

Í kunngerð frá Vinnumálaráðnum nr. 105 frá 5. august 2015 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum, er ásett eitt krav um trygdarskeið sambært STCW-F kap. III/1, sum er eitt altjóða krav fyri manning á fiskiskipum.

Fyri at lúka kravið hevur Mentamálaráðið lýst kunngerð, sum gevur skúlunum heimild og vegleiðing um nevnda trygdarskeið. Skeiðið verður væntandi boðið út fyrst í komandi ári. Tað er ikki tikin avgerð um kostna fyri nevnda skeið.

Mentamálaráðið, 26. november 2015

Merkisdagar á Lágargarði

0

Fýra av teimum mest trúgvu, og sum nú eru farin úr starvi, høvdu hátíðarhald í gjár saman við tveimum, ið høvdu 25 ára starvsdag.

Tey, sum eru givin, eru:

– Anne Mia av Reyni, sjúkrarøktarfrøðingur á Miðstovu, sum byrjaði 1. januar í 1988, tá Miðstova opnaði.

– Sólrun Jacobsen, sjúkrahjálpari á Miðstovu, sum byrjaði 1. januar 1988, tá Miðstova opnaði.

– Hanna Christiansen, sjúkrahjálpari á Heimarastovu, sum byrjaði 1. juli 1989

– Betty í Dali, heilsuhjálpari á Heimarastovu, sum hevur starvast á Lágargarði síðan 2008.

Onkrar av teimum taka framvegis vaktir á Lágargarði.

Tvey vóru samstundis, sum høvdu 25 ára starvsdag. Tey vóru Sofus Joensen, húsavørður á Lágargarði, sum byrjaði 1. okt í 1990, og Kristianna Michelsen, sjúkrarøktarfrøðingur á Miðstovu, sum byrjaði 1 okt í 1990.

Borgarstjórin helt røðu og handaði gávur frá kommununi.

Kelda & myndir: torshavn.fo

Steðgið skatta- og avgjaldsgildið!

0

Havnar Framburðsfelag átalar samgonguna við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, nú hon hevur lagt lógaruppskot fram um m.a.:

– at skerja inntøkuna hjá lesandi við 5.000 kr um mánaðin, so tey verða revsað við lægri lestrarstuðuli,

– at tvífalda gjaldið á tinglýsing, so ein familja, ið keypir hús fyri 2 mió kr, má rinda 50.000 kr í ognarskatti,
– at herða skattin til barsilsgjald, heilsutrygd, ALS, Samhaldsfasta, Kringvarpið, húsolju,
– at hækka avgjaldið til bensin og diesel til allar bilar,
– at áleggja harðari vegskatt til allar (uttan el-riknar) bilar,
– at geva teimum túsund føroyingum, ið arbeiða uttanlands og geva árliga 1.000 mió kr ískoyti til føroyska landshúsarhaldið, ein skattalúsing við at strika samdøgurfrádráttin,

Havnar Framburðsfelag finst við hesum at landstýrinum fyri at gykla fólki, at tey fáa 150 mió kr í skattlætta, tá veruleikin er, at føroyingar og vinnan frá 1. januar gjalda landskassanum uml. 150 mió kr meira um árið enn nú.

Meinigi føroyingurin skal gjalda m.a.

– 42 mió kr meir í Samhaldsfasta
– 4 mió kr meir í 4 í barsilsgrunnin,
– 10 mió kr meir í tinglýsing
– 1 mió kr meir í smyrjiolju,
– 5 mió kr meiri í eykagjaldi á brennievni, og
– 5 mió kr í eyka vegskatti.

Havnar Framburðsfelag mótmælir eisini, at landstýrið frá nýggjárinum áleggur vinnuni harðari avgjøld og skatt, eitt nú:

– Alivinnan, sum rindar yvir 400 mió kr í skatti í ár, skal gjalda 108 mió kr eyka.
– Fiskivinnan fær 178 mió kr meir at gjalda landskassanum.
– Tilsamans skal vinnan gjalda 350 mió kr í eykja gjøldum og skattum frá næsta ári.

Havnar Framburðsfelag átalar, at Føroyski landskassin verður meiri feitur og fegin upp á bekostning av Føroya fólki og vinnulívi, sum verða veikari og fátækari, tí tað merkir, at landstýrið máar grundarlagið undan framburði og vælferð í Føroyum.

Havnar Framburðsfelag

Valfelag Fólkafloksins í Suðurstreymi.​

25. november: Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum

0

Fitt av fólki møtti til kvøldsetu í Posthúskjallaranum í Havn at varpa ljós á heimsumfatandi trupulleikan, sum harðskapur móti kvinnum er.

Saman við Amnesty International, Føroya Deild, og Kvinnuhúsinum, skipaði Almannamálaráðið fyri kvøldsetu, har fitt av fólki møtti.

Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum, greiddi frá virkseminum í húsinum, sum í ár fyllir 25 ár.

Aksel V Johannesen, løgmaður, røddi um ætlanirnar hjá samgonguni, tá ræður um harðskap móti kvinnum, og Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, greiddi frá, at Heildarætlanin um harðskap í parløgum og nærsambonum, skal eftirmetast, soleiðis at funnið verður fram til, hvussu arbeiðið skal halda fram.

Lena Anderssen og Niklas Johannesen, settu serligan dám á kvøldið við teirra framúrskarandi framførslu.

 

Strandarlandasamráðingar í London hesa vikuna

0

Hesa vikuna verða strandarlandasamráðingar í London um makrel, svartkjaft og norðhavssild.

Mánadagin og týsdagin verða samráðingar um makrel, har Føroyar hava formansskapin. Londini í makrelsemjuni frá 2014 Føroyar, ES og Noreg gjørdu semju í Clonakilty 23. oktober í ár um eina langtíðar umsitingarætlan og mest loyvdu veiðu fyri 2016. Eftir stendur frá tí samráðingarumfarinum at avgera, hvussu tey 15,6 prosentini í makrelsemjuni frá 2014 skulu býtast millum londini uttanfyri makrelsemjuna.

Mikudagin, hósdagin og fríggjadagin verða samráðingar um svartkjaft og norðhavssild. Stórmálini í hesum báðum samráðingarumførunum eru at royna semju um nýggj býti millum strandarlondini um svartkjaft og norðhavssild.

 

Íverksetarakvøld í posthúskjallaranum

0

Nýskapanarhúsið Hugskotið skipar fyri íverksetarakvøldi í Posthúskjallaranum hóskvøldið 26. november kl.19:00.

Hesaferð fer sakførarin, Jens Wang, frá Faroe Law at greiða frá løgfrøðiligum viðurskiftum, sum íverksetarar skulu hugsa um. Til ber eisini at seta spurningar.

Kaffi, te og okkurt gott verður boðið gestunum.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

kelda: tórshavn.fo

- Advertisement -

Heim og Frítíð