Krav 25% skulu um uppboðssøla

0
679
Mynd 24.fo

23 mars var kunngerð lýst í sigur at 25% av veiddum fiski skal um uppusølu, og skulu bæði makrelur, sild, svartkjaftur, toskur, hýsa og upsi v.m. nú bjóðast út á uppusølu. Brot úr kunngerðini kunnu lesast her.

Óli M. Lassen, siviløkomomur

Fyri samfelagið og marknaðarkreftirnar er tað sera áhugavert at krav er sett um uppusølu av øllum fiskið. Hetta fer at verða við til at marknaðurin fer at geva reiðaríðum og manningum ein rímuliga rættan prís. Fyri tey stóru reiðaríðini er tað eingin vansi at teirra skip skulu selja / koyra 25% av veiðuni um eina uppusølu. Hevði kravið verið hægrið kann hugsast at hetta hevði verið nakað sum stóru reiðaríðini í eiga egin fiskavirkir ikki høvdu verið glað um, men fyri fríu marknaðarkreftirnar er hetta spennandi og kann føra til at onkur nýggjur møguliga kann bjóða seg fram at keypa í Føroyum og serliga uppisjóðarfiskasløgini.

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

 

Kunngerð um treytir fyri landing í Føroyum og uppboðssøla av veiddum fiski.

Við heimild í § 49, stk. 2, § 50, stk. 2 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:

Uppboðssøla av veiddum fiski §2.

Í minsta lagi 25% av allari veiðu, umroknað til runda vekt, hjá føroyskum fiskifari í einum ári skal  bjóðast  út  um  góðkenda  uppboðssølu  í Føroyum. Undantikin hesi treyt er veiða av rættindum keypt á uppboðssølu sambært §§ 14-18 í løgtingslógini.

Stk. 2.

Ásetingin í stk. 1 fevnir um ósløgdan fisk,sløgdan fisk við høvdi og sløgdan fisk uttan høvd.

Stk. 4.

Tað  áliggur  uppboðssøluhaldara  at  gera formliga reglugerð fyri uppboðssølur. Reglugerðin skal vera tøk alment og góðtikin av Fiskimálaráðnum.

Landing í Føroyum

Nevndu fiskasløg eru fevnd av kravinum um at øll veiða hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi skal landast um bryggjukant í Føroyum:

1)  Blálonga.

2)  Brosma.

3)  Gulllaksur.

4)  Havtaska.

5)  Heystgýtandi sild.

6)  Hvítingur.

7)  Hýsa.

8)  Hummari.

9)  Kalvi.

10) Kongafiskur.

11) Liri.

12) Longa.

13) Makrelur.

14) Norðhavssild.

15) Reyðsprøka.

16) Skøta.

17) Steinbítur.

18) Svartkalvi.

19) Svartkjaftur.

20) Toskur.

21) Tunga.

22) Upsi.

Stk. 2.

Øll veiða skal landast um eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Fiskiveiðieftirlitinum.

Gildiskoma

Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2018.

Samstundis  fer  úr  gildi  kunngerð nr.  179  frá  29.desember 2017.

Stk. 2.

Fyri 2018 verður uppgerðin fyri sølupartin á uppboðssølu gjørd fyri tíðarskeiðið 1. apríl til 31. desember 2018.

Fiskimálaráðið, 23. mars 2018

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)