Home Fólk & Samfelag Læra av Bakkafrost

Læra av Bakkafrost

by OML

Hugaligt hevur verið at eygleitt byggingina av størstu smoltstøð av sínum slag í heiminum. At síggja til hevur arbeiðið verið tilrættalagt fyrimyndarliga við planlegging, bygging og ikki minst liðugtgerð. Longu nú, síggja vit, at alt uttanumøkið, so at siga, er gjørt liðugt og ein frægd fyri eygað. Haldi, at Klaksvíkar Kommuna skal taka hetta til sín og læra

Klaksvíkar Kommuna hevur nógvar stórar verkætlanir í gerð, og hesar eyðkenna stóru fíggjarligu framgondina í øllum landinum. Stóru verkætlanirnar vilja heilt natúrliga binda komandi býráðssetu. Tá ið so nógv verður sett í verk samstundis, skal ein gjøllig stýring og planlegging til, hetta hevur tíverri ikki verið nøktandi. Vit hava sæð snórar kliptar, hóast verkætlan ikki eru liðug, grabba settan í, uttan at vita, hvar avgrevsturin skal, skúla vígdan, uttan at næmingar og lærarar sluppu inn.

Havi hugsað, hví so man vera? Er tað manglandi samband ímillum politisku- og fyrisitingarligu skipanirnar? Ella er tað bara so, at tað ikki er kommununnar sterka síða at gera arbeiði liðug?

Ivist ikki í, at tað eru nógvir tættir í stóru verkætlanunum, sum til tíðir ikki eru so lættir at loysa. Tá ið tað er sagt, síggja vit eisini á vanligum viðlíkahaldi av gøtum, vegum og bygningum, at har tørvar veruliga ein góð hond.

Býurin má dagførast
Ígongdverandi arbeiði mugu gerast heilt liðug, soleiðis at býurin gerst meiri hugnaligur, vegir og økir meiri fullfíggjað og við tíðini fáa nýggj, nýskapt økir. Ofta, tá ið eg komi í prát við borgarar, so eru tað ”smærru arbeiðini”, so sum vegir, kloakkir, ljós, gongubreytir og -geilar, parkeringspláss og slíkt, sum í stóran mun hevur týdning fyri trivnaðin hjá tí einstaka. Hetta hevur í ov lítlan mun sæst aftur í fíggjarætlanum býráðsins, hóast inntøkurnar ár eftir ár hava sett met og eigur hetta tí at fáa hægri raðfesting.

Politiskt tykist tað ikki at vera líka spennandi at játta pening til viðlíkahald, sum til nýíløgur. Hyggja vit eftir játtanum, so hava víðlíkahaldskonturnar bara fingið ein lítlan brøkpart av framgongdini, ið verið hevur seinastu átta árini. Hetta havi eg ferð eftir ferð víst á og úrslitið av vantandi játtanum síggja vit nú, men soleiðis hevur sitandi samgonga valt at raðfesta.

Komandi býráð má veruliga taka hetta upp og leggja seg eftir meiri umfatandi viðlíkahaldsarbeiði og liðugtgerð av vegum, økjum og bygningum. Tað er troyttandi at búleikast í einum grannalag, har verkætlanir ikki sýnast at taka nakran enda, ella har viðlíkahald hevur ov lága raðfesting.

Tað er politiska skipanin, sum raðfestir játtanirnar. Umráðandi er tí, at hetta verður gjørt í tøttum stamstarvi við fyrisitingina, so tað, ið samtykt verður, letur seg gera.

Tá ið vit so hyggja eftir eini so stórari íløgu, sum smoltstøðini á Strond, kunnu vit síggja og læra av Bakkafrost.

Gunvá við Keldu

Býráðslimur fyri Fólkaflokkin

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.