Sjálvstýri er garantur fyri tunnlum

0
122

Eingin ivi er um, at Sjálvstýri hevur tikið størstu stigni í at binda Føroyar saman.

Sámal Petur í Grund fekk Vágatunnilin, Kári P. Højgaard fekk Eysturoyartunniln og Lasse Klein bant Føroyar saman við umheiminum, tá ið hann fekk Atlantic Airways sett á stovn, umframt at at skipa innanoyggja tyrluflúgving og gera fleiri útbyggingar á sjógvi og landi.

Vit halda fast við at binda saman
Í komandi valskeiði skulu vit fáa tunnlarnar Norð um Fjall og Fámjinstunnilin á skrá sum tað fyrsta. Harafturat skulu vit seta fulla ferð á arbeiðið við at fáa knýtt Suðuroynna saman við meginlandið, so suðuroyingar kunnu fáa fast samband.

Í einum oyggjar samfelagið hevur tað alstóran týdning, at vit halda fram við at útbyggja vega- og tunnilskervið.

Seinasta árið havi eg havt møguleikan at samskifta við japanskar politikarar, bæði tí Klaksvík hevur fingið japanskan vinarbý, og tí vinnunevndin hjá løgtinginum hevur vitjað í Japan. Japanarar eru púra ovfarnir av, at eitt so lítið og fjarskotið samfelag, sum okkara, skal vera so framkomið og ríkt, samknýtt við undirsjóvartunnlum og føstum ferðasambandi út í heim. Teir skilja ikki, hvussu tað skal bera til.

Eg skilji teir væl, tí í grundini skuldi tað ikki borið til. Føroyar eru blivnar Føroyar í móti øllum oddsum. Ein ófatiligur framtakshugur, eitt merkisvert treiskni og hugvekjandi praktiskur kreativitetur hevur ment Føroyar til eitt av bestu og tryggastu samfeløgum í heiminum at liva í.

Tí skulu vit halda fram við tí, sum vit duga best. At skapa føroyskar loysnir fyri føroyska samfelagið, og framhaldandi útbyggja við tunnlum og vegastrekkjum.

Jógvan Skorheim
formaður í Sjálvstýri